Eigi helst alt eg havi brúk fyri

- Eg gleðist á jólum, og mær dámar væl jólahátíðina, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Formaðuri í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, sum býr í Miðvági, fer at halda jól heima við hús saman við konu, børnum og abbabørnum. 

 

- Eg havi nokk eingi ávís jólagávuynski til jólini hesaferð, tí tá fólk eru komin í mín aldur, eigur tú helst alt, tú hevur brúk fyri. Tó verða helst onkrar gávur, leggur hann aftrat.

 

Sum flestu onnur, gleðist eisini formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag um jólahátíðina.

 

- Jú, eg gleðist á jólum, og mær dámar væl jólahátíðina, sigur Georg F. Hansen.

 

Hann heldur ikki, at árið í ár - undantikið koronu - hevur verið so nógv øðrísi enn undanfarin ár.   

 

- Nei, eg kann ikki koma í tankar um nakað heilt serstakt í árinum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.

 

 

 

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.