Jørgen Niclasen hevur ein munnligan fyrispurning til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin spyr Kristinu Háfoss um eftirlønarviðurskiftini hjá sjófólki, ið arbeiða í útlandinum. Sum er rinda sjófólk, ið sigla í Norra, eftirløn bæði í Norra og í Føroyum. Tað vilja sjófólkini ikki góðtaka, tí teir meta tað verða ólógligt ígjøgnum millumlanda sáttmálar, at teir skulu rinda í eftirlønarskipanir í fleiri londum.
Taks metir ikki, at tað er ólógligt, tí munur er á lógarkravdum og sjálvvaldum eftirlønum. Upphæddin, ið sjófólkini rinda í Føroyum verður mett at verða ein persónlig og harvið sjálvvald eftirløn. Taks er biði um at møta í rættinum í hesum sambandi, tí sjófólkini eru ikki samd í niðurstøðuni hjá Taks.
Les eisini: Taks skal møta í rættinum
Jørgen Niclasen vil hava Kristinu Háfoss at svara uppá um tað verður arbeitt fyri at broyta um hesi viðurskiftini.