Eiga at vera varnir

Tað er ikki skilagott at skráseta rækjuskipini í FAS bara tí, at prísirnir ikki passa í løtuni, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum sær fyri sær, at aðrir skipabólkar fara at biða um tað sama


 

Stuðul

 

 

 

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur ongan hug at lata rækjuskipini verða skrásett í FAS skipanini, tí rækjuprísirnir eru lágir, og oljuprísirnir høgir í løtuni. Avleiðingin veðrðr, at aðrir skipabólkar koma og biða um tað sama, fyrsta okkurt hóttafall hómast, sigur hann.

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinumálum, sigur, at hann er einki fyri at fara aftur til at geva stuðul til fiskivinnuna, nú vit nýliga eru komin burtur úr hesum við stuðuli. Hann nevnir tað stuðul at lata partar av flotanum verða skrásettar í FAS. Tí tað merkir jú, at peningur verður borin aftur úr landakassanum til reiðaríið, vísir hann á.

 

Í tí aktuella førinum við rækjuskipunum, er talan um 28 prosent av umleið 100 milliónum, sum hýrurnar eru í løtuni.

 

?Tað er so tað, sigur landsstýrismaðurin. Men tá næsti bólkurin kemur, og tann triðji og so framvegis, kunnu milliónirnar skjótt gerast nógvar, væntar hann. Nú skulu vit bara halda høvdið kalt og ikki í panikki fara at geva stuðul til vinnuna, sigur hann.

 

Jørgen Niclasen sigur seg ikki fáa nervar av, at rækjuflotin letur so illa at í løtuni. Tí hasir prísirnir munnu ikki fara at halda, er hann ivaleysur í og vísir á, at rækjuprísurin er longu við at kvinka uppaftur. Og oljuprísurin man helst eisini far at lækka aftur einaferð, uggar hann seg við.

 

Annars heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, ikki, at rækjuvinnan man vera so heilt galin at vera í kortini. Áhugin tykist í hvussu er ikki eiðasørur, tí tá loyvini skuldu gevast, vóru 33 umsóknir. Seinnu tíðina eru tvey brúkt og eitt spildurnýtt rækjuskip komin í flotan. Og fyri nøkrum døgum síðan var eitt skip selt til annað felag í landinum.

 

?Tað man ikki vera tí, at væntað verður, at tað verður ein beinleiðis undirskotsforrætning, at menn keypa rækjuskip, heldur Jørgen Niclasen.

 

Hann vísir á, at arbeitt verður við at fáa rækjuskipunum betri fiskirættindi. Selriga eru tað Kanada og Grønland, sum eru áhugaverd. Men eisini eystan fyri hava vit rættindi. Eitt nú frá russum. Men tað vísir seg, sum at tey økini eru ikki tey, sum skipini fyrst leggja seg á.

 

Jørgen Niclasen tekur aftur í aftur, at verður talan um eina beinleiðis undirskotsvinnu, noyðast vit sum frá líður at taka endaliga støðu til, hvat vit vilja við vinnuni Um vit skulu gevast at fiska rækjur ella hava eina undirskotsvinnu, sum er grundað á stuðul, gangandi pemanent.

 

 

 

 

 

Mynd - Jørgen Niclasen

 

Myndatekstur:

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur ongan hug at bera rækjuskipunum pengar aftur úr landskassanum, nú vit júst eru komin burtur úr øllum stuðlinum til fiskivinnuna