Í Grønlandi vil andstøðuflokkurin Siumut hava Landstingið at selja tann almenna partin í vinnufyritøkunum, teirra millum landsins størstu fiskivinnufyritøku, Royal Greenland.
Undir einum orðaskifti í Landstinginum vísti Karl Lyberth úr Siumut á, at tað er ikki sunt fyri eina vinnufyritøku at hava landskassan sum bjargingarflaka. Hann segði, at so seint sum í 2009 fekk Royal Greenland 250.000 krónur sum gávu úr Landskassanum umframt tað sama í láni.
Grønlendska kringvarpið sigur, at eftir orðaskiftinum í Landstinginum at døma eru flokkarnir samdir um, at tíðin er komin til at kanna, hvøjar av teimum sjálveigandi fyritøkunum skulu einskiljast.