Útjavning
Búskaparráðið hevur arbeitt við eini frágreiðing, sum lýsir, hvussu ráðið heldur, at ein kommunal útjavningarskipan kann leggjast til rættis.
Á fundi á Hotel Føroyum hósmorgunin hevði formaðurin, Jørn Astrup Hansen, eina framløgu av tí tilfari, sum ráðið er komið til.
Sjálv framløgan tók ein tíma, har formaðurin legði tøl fram sum lýsa, hvussu støðan í ymisku økjunum í landinum er – við inntøkum og útreiðslum.
Hann vísti eisini á, hvussu ein møgulig útjavning millum ymisku økini í landinum kundi farið fram.
Jørn Astrup byrjaði við at vísa til samgonguskjalið, sum leggur upp til størri og skikkaðar kommunalar eindir, so hesar gerast betur førar fyri at taka á seg fleiri uppgávur, samstundis sum eitt javnari tænastustøði verður tryggjað um landið.
Sosialurin hevur hugt at innleiðing, samandrátti og niðurstøðu í frágreiðingini, sum vit fara at gera burtur úr í dag.
Støðan í dag
Í innleiðingini vísir Búskaparráðið á, at fólkatalið í Føroyum er 48.425, og at landið er skipað í 34 kommunur. Í Tórshavnar kommunu búgva 40% av íbúgvunum, meðan einans 43 fólk búgva í eitt nú Fugloyar kommunu.
Búskaparráðið heldur, at tær smáu kommunurnar forða fyri einum skilagóðum arbeiðsbýti millum land og kommunur, tí flestu kommunur hava als ikki orku til at átaka sær ábyrgdina av vanligum kommunalum uppgávum. Aftrat hesum kemur, at málsøkjabýtið millum land og kommunur í Føroyum er heldur ógreitt.
- Skilagott er at umhugsa, um tað yvirhøvur er neyðugt við kommunum í Føroyum, áðrenn farið verður undir at umskipa kommunurnar.
Búskaparráðið spyr, um tað yvirhøvur er neyðugt við eini tvey-streingjaðari myndugleikaskipan í einum samfelag við so fáum íbúgvum.
Og tó.
- Nógvar orsøkin eru tó til at varðveita kommunalu eindirnar. Ikki allar orsøkir hava búskaparfrøðiligar grundgevingar, men tær kunnu hóast alt vera upp á sítt pláss.
Í innleiðing síni heldur Búskaparráðið kortini, at um haldast skal fast við at hava kommunalar eindir í Føroyum, eiga hesar at verða færri og størri.
Ráðið heldur, at eini fýra til sjey kommunalar eindir er hóskandi tal.
- Við fleiri enn sjey eindum, verða tær minstu eindirnar óiva ov smáar til at røkja kommunalu uppgávurnar effektivt. Við færri enn fýra kommunum er spurningurin, um tað ikki er betur bara at lata landið røkja allar almennar uppgávur.
Við lóggávu
Búskaparráðið heldur, at ein samanlegging av kommunum eigur at verða framd við lóggávu, tí tað hevur víst seg at ganga alt ov striltið hjá kommununum at leggja saman sjálvboðið.
Føroysku kommunurnar hava sera ymiskar fíggjarligar fyritreytir. Stundum hevur verið roynt at bøtt um hetta við at flyta fyrisitingarligar eindir og almennar fyritøkur úr miðøkinum til útjaðaran.
- Vit halda ikki, at hetta er skilabesti hátturin at útjavna millum økini, tí ein ávísur samfelagsligur vælferðarmissur kann verða knýttur av at flyta stovnar og fyritøkur við lóg.
Ráðið heldur, at tá ið kommunurnar verða lagdar saman, eigur ein millumkommunal útjavningarskipan heldur at verða sett á stovn.
- Hetta merkir, at peningur tá verður fluttur í staðin fyri fyrisitingarligar eindir og almennar fyritøkur.
Í frágreiðing síni vísir Búskaparráðið á, hvussu ein millumkommunal útjavningarskipan, har misvág í kommunalum inntøkum og útreiðslutørvi, verður skipað.
- Okkara frágreiðing hevur einans til endamáls at vísa, hvussu ein slík skipan virkar, og vit halda, at ein føroysk útjavningarskipan eigur at verða løtt at skilja – ein skipan, sum hóskar til føroysk viðurskifti, sigur Búskaparráðið.









