- Livandi myndir á filmi er heilt einfalt sterkasti miðil til propaganda, um rætt verður framfarið Tað heldur Bjarni Richardt-Mortensen úr Øravík, sum hevur lisið filmsvísindi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann heldur, at tað føroyingar eiga at gera ein stuttan film um grindadráp, har vit kunnu greiða umheiminum frá okkara sjónarmiðjum í sambandi við grindadráp
Á eini Facebook síðu ímóti Sea Shepherd spyr hann um áhugi ímillum fólk til at framleiða ein styttri dokumentarfilm, har vit fortelja umheiminum okkara síðu av sakini?
- Eg hugsi, at áhugi er, men tað sum eg eisini ætlaði at spyrja um er, hvussu áhugin er fyri at fíggja slíkan film, sigur hann. Hann sigur, at vit hava rættiliga nógv tilfar á bandi, so ikki skulu tær heilt stóru upptøkurnar til afturat.
- Vit gera nakrar samrøður við føroyskar grindamenn og fólk við innliti annars, har vit greiða frá okkara sjónarmiðum, m.a. hví vit drepa grind, men sanniliga eisini, alt tað vit hava gjørt fyri at gera drápi so humant sum gjørligt.
Hann staðfestir, at hvalváknið er langt síðani bannað og skjótt er mønustingarin eitt krav. Samstundis er bann sett fyri at halda grind til á plássum, sum ikki eru góðkend sum hvalvág.
- Eg hugsi, at slíkur filmur kann gerast rættiliga bíliga, men hann er ikki ókeypis, sigur Bjarni Richardt-Mortensen Men hann leggur afturat, at vit hava ómikið av dugnaligum fólki í Føroyum sum kunnu taka sær av teknisku síðuni av slíkari framleiðslu.
- Livandi myndir á filmi er heilt einfalt sterkasti miðil til propaganda, um rætt verður framfari, sigur Bjarni Richardt-Mortensen.
- Nú er Sea Sheppard, og Whale Wars, ein heldur láturlig og patetisk roynd at seta Føroyar og føroyingar í ringt ljós. Men hugsast kann at vit onkran dag møta sterkari mótstøðu, onkrum sum av álvara dugir at samskipa slíka herferð, sigur hann. - Vit mugu vera til reiðar, leggur hann afturat.
- Og hví ikki framleiða ein sømuligan og upplýsandi film, har vit, á enskum, fortelja umheiminum okkara egnu útgávu av hesi søk, spyr Bjarni Richardt-Mortensen.
|










