Eiður Smári aftur í London

Íslendski landsliðsspælarin, Eiður Smári Guðjohnsen, sum frá 2000 til 2006 spældi við Chelsea, er nú aftur í London og Premier League. Hesa ferð tó sum spælari fyri eitt av hinum feløgunum í London, Tottehham Hotspur, sum restina av kappingarárinum hevur leigað hann fra franska felagnum, Monaco. Eiður Smári hevur spælt í Monaco síðani í summar, men undan tí var hann í FC Barcelona í trý ár.