Eiðis fornminnisfelag samkomu í Ítróttarhøllini

Í ár eru liðin 25 ár síðan Eiðis Fornminnisfelag varð stovnað.

Alla hesa tíð hevur felagið arbeitt fyri at varðveita fornminni á Eiði og at vekja ans fyri teimum. Í hesum sambandi verður skipað fyri eini samkomu í ítróttarhølini á Eiði nú leygardagin 1. september kl. 14.


Skráin er sera forvitnislig. Tað verða vístar gamlar áhugaverdar myndir. Petur Martin Rasmussen, fyrrverandi prestur á Eiði, fer at greiða frá ættini hjá teimum á Látrinum, har bygdasavnið á Eiði húsast.


Samstundis verður víst fram eitt 100 ára gamalt 8-mannafar við segli, sum er gjørt úr tilfari, sum Edvard í Skorini hevur spunnið, og sum døtur hansara hava vevað.


Tað verður gott høvi at hugna sær og at fáa eitt prát um gamlar dagar. Í nevndini fyri fornminnisfelagið eru: Anna Jacobina Ellingsgaard, forkvinna, Elisabeth Maria Egilstrøð,

Maiken Müller og Malan Egilstrøð.


Nevndin vónar at síggja nógv fólk á hesi forvitnisligu samkomu. Tað verður høvi til at tekna seg sum lim.


ó.