Valmyndugleikarnir í Egyptalandi hava nú kunngjørt tað almenna úrslitið av fólkaatkvøðuni um grundlógaruppskotið, sum Muslimski Bróðurskapurin og víðgongdir salafistar hava orðað.
Tað almenna úrslitið er, at 63,8 prosent atkvøddu fyri uppskotinum.
Andstøðan er harðliga ímóti grundlógaruppskotinum, sum hon sigur vera eitt stig burtur frá demokratii og eitt stórt stig fram ímóti at gera Egyptaland til ein islamistiskan stat.
Andstøðan vil eisini vera við, at valmyndugleikarnir hava svikað í fólkaatkvøðuni