Egyptar akta ikki Mubarak

Fleiri túsund fólk eru komin saman í miðbýnum í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo, har tey krevja, at Hosni Mubarak, forseti, skal fara frá. Tað er tó einki, sum bendir á, at mótmælisfólkini fáa sín vilja. Í einari sjónvarpsrøðu í gjárkvøldi segði hann, at hann fer ikki frá, men at hann hevði gjørt av at koyra stjórnina frá og at manna eina nýggja í dag.

Men mótmælini í miðbýnum í Kairo í dag benda á, at fólk eru ikki nøgd við, at bara stjórnin fer frá.

Mótmælini í gjár vóru umfatandi og ógvuslig, og fleiri fólk lótu lív. Summar tíðindastovur siga, at 18 fólk lógu eftirá, men tíðindamaðurin hjá Al-Jazeera sigur, at bara í Alexandria sá hann meiri enn 20 lík í gøtunum.

Í einari roynd at forða fyrireikarunum at skipa fyri mótmælisgongum sløktu egyptisku myndugleikarnir internetið í gjár, men franska tíðindastovan skrivar, at nú virkar internetið í Kairo aftur.

Amerikanski forsetin, Barack Obama, tosaði við Hosni Mubarak í gjárkvøldið. Obama segði aftan á samrøðuna, at hann hevði biðið egyptiska forsetan halda lyftini um nýskipanir.