Tað siga eygnavitni og egyptiskar trygdarkeldur, sum tíðindastovan NTB endurgevur.
Nógvir palestinar hava leitað sær skjól í Rafah, tí tey eru flýdd undan ísraelskum álopum aðrastaðni í Gazageiranum.
Egyptisku myndugleikarnir hava ávarað Ísrael ímóti at reka flóttafólk um markið til Egyptalands.
Myndugleikarnir í Egyptalandi hava sagt, at friðaravtalan, sum hevur verið galdandi millum londini síðan 1978, kann vera í vanda.
Sambært tíðindastovuni NTB hava egyptar eisini reist uppaftur píkatráð og gyrðingar, sum eru oyðilagdar í ísraelskum álopum.











