Egon er farin frá

Formaðurin hevði ikki meiriluta aftan fyri seg, tá hann tók undir við teimum, ið heittu á Føroya Løgting um at leggja upp í ósemjuna millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið

Á fundi mándagin 10. apríl 2000 varð staðfest, at ein meiriluti í Tórshavnar Skúlaráð er ímóti áheitanini hjá »Formansskapinum fyri skúlanevndirnar fyri framhaldsdeildirnar í Føroyum« um at senda áheitan á Føroya Løgting um at taka stig fyri at loysa ósemjuna millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið/Undirvísingar og Mentamálastýrið. Hetta er í skrivi boðað frá til Finnboga Ísaksson, tingformann.

Egon Øregaard er samdur í, at rættast er, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir skulu loysa ósemjur partanna millum. Men í hesum førinum gongur ósemjan út yvir tann partin í samfelagnum, sum er ómyndugur og sum er okkara felags framtíð, børnini. Børnini eru ómyndug og kunnu tí ikki sera fram krøv mótvegis myndugleikum og fakfeløgum.

Av tí at fyrrverandi formaðurin í Tórshavnar Skúlaráð, Egon Øregaard, hevur tikið fult undir við »Formansskapinum« og framvegis ger tað í áheitanini á Føroya Landsstýri og Føroya Lærarafelag, og í aðru syftu á Føroya Løgting, hevur hann lagt frá sær sum formaður í Tórshavnar Skúlaráð.