Ein hálvan tíma eftir midnátt er tað ásett, at flogfarið, har EB/Streyma ferðalagið verður umborð, skal lætta úr Vágum við kós móti Georgia.
23 fólk eru í ferðalagnum. Av teimum eru átjan spælarar, og tað er greitt, at tveir at royndastu spælarunum ikki fara við suður til Georgia. Tað eru superveteranurin og fyrrverandi liðformaðurin, Egil á Bø, sum telist millum álitini í verjupartinum, og so ein av lyklaspælarunum í framrættaða partinum, Hans Pauli Samuelsen, sum er liðformaður í ár.
Úr EB/Streymi verður upplýst, at tað ongantíð var ætlanin hjá Egili á Bø at spæla fótbólt í ár, og tá ið tað eydnaðist at fáa hann at taka eitt tørn aftrat, tá hevði hann lagt fótbóltsferð til rættis saman við børnunum og øðrum familjum. Hans Pauli Samuelsen hevur givið avboð av persónligum ávum. Hann verður við, tá ið rumenska liðið kemur henda vegin um eina viku.
EB/Streymur ferðalagið fer at gista í Keypmannahavn í nátt, og í morgin er venjing á Kløvermarkini á skránni. Um seks tíðina verður farið úr Kastrup aftur. Ferðast verður í trimum ferðaløgum – umvegis Riga, Warzawa og Istanbul og til Tbilsi, har øll trý ferðaløgini ætlast at lenda mánanáttina millum klokkan 3 og 4.
Dysturin ímóti Dinamo Tbilsi verður týskvøldið kl. 17.00 føroyska tíð.