Á eggini til borgarakríggj

Andstøðan í Ukraina hevur tikið sítt egna valevni í eið sum forseti, og í fleiri av teimum stóru býunum nokta myndugleikarnir at gera eftir boðum frá øðrum enn honum

Løgfrøðiliga hevur forsetaeiðurin hjá Viktor Jusjtjenko ongan týdning, men fyri ta ukrainsku andstøðuna er hann ímyndin av kravinum um, at tað almenna valúrslitið verður ógildað, ella at myndugleikarnir viðurkenna, at Jusjtjenko var tann veruligi vinnarin.
Fagnaðurin mundi ongan enda fingið, tá andstøðuleiðarin legði hondina á bíbliuna og svór forsetaeiðin. Vesturlendskir eygleiðarar halda, at umleið 200.000 fólk stóðu uttan fyri tinghúsið og fagnaðu honum.
Fyrradagin royndi andstøðan at fáa tjóðartingið at samtykkja eitt uppskot um misálit á valnevndina og valúrslitið, men hon mátti sleppa ætlanini, tí bara 191 tinglimir játtaðu at atkvøða fyri. Skuldi uppskotið samtykkjast, máttu minst 226 av teimum 450 tinglimunum atkvøða fyri tí.
Andstøðan hevur svorið, at hon fer at halda fram við sínum tiltøkum, til mynd-ugleikarnir slaka. Í gjár frættist, at býarmyndug-leikarnir í fleiri av teimum størstu býunum, teirra millum høvuðsstaðnum Kiev og býunum Lviv, Lutsk og Khmelnitskij, hava boðað frá, at teir fara ikki at gera eftir boðum frá nøkrum øðrum enn Jusjtjuenko. Samsundis ljóðaði, at kolanámsarbeiðsmenninir, sum eru fleiri túsund í tali, ætla sær til Kiev at taka lut í tiltøkunum hjá andstøðuni.
Tað er heldur ikki bara andstøðan, sum er misnøgd við tað almenna valúrslitið. Umleið 150 ukrainskir diplomatar kunngjørdu í gjár eina fráboðan, har teir søgdu seg vera vónsviknar av myndugleikunum.
- Vit, sum eru ukrainskir diplomatar, mótmæla forsetavalinum og teirri sannroynd, at valið gjørdist eitt skammiligt kríggj ímóti okkara egna fólki, stóð millum annað í kunngerðini frá diplomatunum.
Russland er fyribils einasta landið, sum alment hevur viðurkent tað almenna úrslitið av forsetavalinum sunnudagin. Vladimir Putin, forseti, hevur alment styðjað valevnið hjá stjórnini, Viktor Janukovitj, og Putin hevur biðið ukrainska fólkið virða úrslitið og landsins lógir.
Í ES eru tað altsamt fleiri, sum mæla til at seta tiltøk í verk ímóti Ukraina, eftir at óheftu valeygleiðararnir hava kunngjørt, at valið var ikki demokratiskt. Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, segði fyrradagin, at vilja teir ukrainsku myndugleikarnir ikki samstarva, eigur tað at fáa avleiðingar.
Vil royna semju
Fyrrverandi polski forsetin Lech Walesa hevur boðið sær til at royna semju ímillum myndugleikarnar og andstøðun í Ukraina. Hann segði við tíðindastovuna AP í gjár, at hann hevur fingið eina áheitan frá Viktor Jusjtjenko um at virka sum semingsmaður, men at hann fer ikki til Ukraina, fyrr enn Leonid Kutsjma, forseti, góðtekur tað.
Sjálvur er Walesa ikki í iva um, hvussu týdningarmikið valið í Ukraina er.
- Virkar Ukraina ikki eftir teimum demokratisku prinsippunum, endar landið undir russiskum harradømi eins og Hvítarussland. So fáa vit Sovjetsamveldið umaftur, men í einari nýggjari útgávu, sum verður vandameiri enn tann fyrra, og tí mugu vit gera alt, sum gerast kann fyri at gera Ukraina til eitt demokratiskt land, sigur Walesa við AP.
Polski forsetin, Aleksander Kwasiniewski, hevur mælt evropeiskum leiðarum til at fáa partarnar til samráðingarborðið. Hann hevur skotið upp, at uttanríkiskommiserurin hjá ES, Javier Solana, skal virka sum millummaður.