Tá ið Heini Ziskason Viðoy bríkslaði fyri síðstu ferð í Gundadali í dag vísti máltalvan 1-1. Eingin ivi var á kropsburði og fagnaði, at tað vóru toftamenn, sum høvdu vunnið eitt stig, og at tað vóru teir í B36, sum kendu seg hava tapt tvey stig.
Karstin Clementsen legði B68 á odda við fínum langskoti av brotsteigarmarkinum og heilt upp í krókin. Tá vóru 13 minuttir farnir, og B68 helt leiðsluna inntil seinni hálvleikur var 20 minuttir gamal. Tá var tað Símun Sólheim, sum átta minuttir frammanundan hevði avloyst Benjamin Heinesen, sum setti bóltin í málið.
B36 var meiri á bóltinum, enn gestirnir av Toftum vóru, og onkra ferðina var talan um stóran møguleika, men Tórður Thomsen í B68 málinum vardi væl, og toftamenn stórfegnaðust um eina stigið.
-Hetta var øgiliga týdningarmikið fyri okkum. Vit hava verið óhepnir onkra ferðina, og vit hava borðreitt illa fyri okkum sjálvum, tá ið vit fleiri ferðir hava verið undirmannaðir. Í dag vóru tíggju spælarar skaddir ella sjúkir ella leikbannaðir, so tað var tunnligt á beinkinum. Spælararnir eiga stórt rós fyri, at teir ofraðu seg fult og heilt og vístu, hvat tað er, sum býr í teimum, sigur Jákup á Borg venjari hjá B68 í samrøðu við FM1 útvarpið.
Jákup Martin Joensen venjari hjá B36 er vónbrotin:
-Hetta var ein av teimum døgunum, tá ið bólturin bara ikki vildi í málið, tí vit spældu okkum til fleiri góðar møguleikar. Tá ið tað er sagt, so eiga vit eisini at rósa B68 fyri at vera sera væl upplagdar og veruliga at stríðast fyri søkini. Vit eru við at samanspæla nýtt lið, og eftir fleiri góð avrik, so vistu vit, at møguleiki var fyri, at sovorðið kundi henda. Vit vunnu eitt stig og eru vónbrotnir um, at vit ikki vunnu øll trý stigini, men nú venda vit fokus ímóti næsta dysti, sigur Jákup Martin Joensen.
Annan páskadag fer B36 at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini í Klaksvík, og tá fer B68 suður á Sand at spæla fjórðingsfinalu.
B36 – B68 1-1 (0-1)
0-1: Karstin Clementsen
1-1: Símun Sólheim
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
B36: Silas Eyðsteinsson – Benjamin Heinesen, Mathias Weihe Joensen, Bogi Reinert-Petersen, Rói Hansen – Ragnar Samuelsen, Jógvan Kárason Gullfoss, Mattias Hellisdal – Hannes Agnarsson, Pætur J. Petersen, Jóhann Hansson Joensen
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aron Reinert Hansen, Jákup N. Vilhelmsen, Bárður Ó. Jensen – Hanus Højgaard, Sebastian Lau Nielsen, Karstin Clementsen – Emanuel Kulego, Martin Klein Joensen, Tóki á Lógv