Århus: Dreingir hava flest allir droymt um at gerast brandmenn, løgreglumenn, flogskiparar og annað. Gentur kunnu ofta hugsað sær at verða hárfríðkanarkvinnur, flogternur og at fáa ein hest. Men ikki Luisa Suffía Eliasen. Hon er fýra ár, og hon ætlar sær at gerast politikkari.
Tað fyrsta, hon ætlar sær at gera, tá hon verður stór er tó nakað heilt annað.
? Eg fari at skriva til vinirnar hjá mær, at teir eru fittir, sigur hon og smílist. Tey stóru brúnu eyguni hyggja forvitin runt í nýggja innkeypssentrinum, Bruuns Galleri í Århus, har vit eru.
Tilvitað yrkisleið
? Tá eg verði stór, vil eg verða politikkari eins og Anders Fogh Rasmussen, sigur Luisa Suffía, sum býr í Århus saman við foreldrunum og lítlabeiggjanum Robert Alexander.
Orsøkin til, at hon hevur valt hesa yrkisleið er, at hon ætlar, at tað skal verða bannað hjá børnum at sláa, sparka og skumpa.
? Og um tey bróta lógina, so skulu tey bara lurta eftir tí, sum eg havi at siga.
Men hon ger skjótt greitt, at tað er fyri vinirnar, at hon vil verða politikkari.
Og hon hevur longu sett hol á karrieruna ? í barnagarðinum. Pápi hennara er í nevndini í barnagarðinum, sum hittist regluliga til fundir. Luisa Suffía helt, at tað var løgið, at børnini ikki eisini høvdu eina nevnd. Tí fór hon til leiðaran í barnagarðinum og segði, at hon helt, at ein nevnd eisini átti at verið sett á stovn fyri børnini, og so varð. Trý børn úr hvørjari stovu hittast regluliga við starvsfólkunum, har tey tosa um, hvat tey kundu hugsað sær við barnagarðinum, og hvat møguliga kundi verið betri.
Til Føroya
Dreymarnir eru nógvir, og ynskini mong, og eitt av teimum hjá Luisu Suffíu er ein reyður bilur.
? Eg vil hava ein reyðan bil, eini lilla hús og kamarið hjá mær skal eisini verða lilla. Maðurin skal verða politimaður og vit skulu búgva í Føroyum. Og eg skal hava tíggju dreingir og tíggju gentur, fortelur hon spent, meðan hon vísir við øllum tíggju fingrum, hvussu nógv tey verða.
Børnini skulu hava eplamos at eta og mjólk at drekka, og tey skulu ganga í skúla í Føroyum.
? Eg skal eisini ganga í skúla í Føroyum og tá eg verði líka stór sum babba, so fari eg at gera skúlating.
Framtíðinætlanirnar eru annars, at tá hon verður vaksin, so skal hon taka sær av foreldrunum, sum tá eru gomul, og eftir lítlabeiggjanum.
? Tí hann verður ongantíð stórur, sigur Luisa Suffía sannførandi at enda.










