Eg vil so gjarna, at børnini læra føroyskt

Síðsti partur av stóru kanningini millum útisetar verður lagdur fram í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 20 8000 fólk, sum eru fødd í Føroyum, búgva í Danmark. Tey flestu teirra sakna Føroyar, tey flestu vilja at teirra børn læra føroyskt, og tey flestu hugsa støðugt um at flyta heimaftur.

Men ymist er, sum forðar. Hvat er tað? Og hvat kunnu vit gera?

Norðuratlantsbólkurin hevur, í samstarvi við fyrst og fremst Tórshavnar Kommunu, roynt at finna svarið. Ein stór kanning í trimum pørtum er gjørd, og nú er síðsti partur liðugur. Hann er gjørdur sum beinleiðis prát við seks bólkar av útisetum.

Tað er Suni Poulsen, sálarfrøðingur, sum hevur staðið fyri hesum, og hann leggur úrslitið fram í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 20.