Eg vil gloyma tað eg ikki fekk gjørt

- Tað var ein stór løta, tá sonur mín vígdi øll, sum vildu ganga saman í hjúnalag - uttan at gera mun á kyni ella øðrum ymisleika, sigur Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð.

Hvat minnist tú best frá 2013?


- Eg minnist so sera væl G!-festivalin, tí tað var so einastandandi gott veður, og eg minnist eisini so sera væl, tá eg í september loksins ognaði mær gittaran, eg altíð havi ynskt mær, ein Gibson J-200. Eisini minnist eg við gleði, tá eg tók við starvinum sum býarbókavørður á Býarbókasavninum hin 1. januar 2013, og tá eg tók kandidatprógv í filosofi í juni 2013. Men, eg haldi, at eg minnist best, tá eg var við konu míni og teimum báðum yngstu børnunum og ferðaðist í Danmark í juni, og vit búðu í nakrar dagar við Hald Sø og nutu ta sjaldsama vøkru náttúru, sum har er.


Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?


- Árið 2013 hevur verið mær eitt hendingaríkt ár. Av tí góða slagnum. Skal eg taka eina ávísa uppliving fram um aðrar, so verður tað berlintúrurin hjá mær og konuni í september - allur, sum hann er og serstakliga konsertin The Wall hjá Roger Waters á Olympia Stadion. Tað var ein uppliving av teimum heilt stóru. Men, líka stórt var tað at vera í tingsalinum, tá kona mín Rigmor Dam saman við Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen legði fram uppskot um, at samkynd skulu hava sama rætt sum onnur at gifta seg og liva saman sum hjún, samstundis sum sonur mín Bergur stóð í kuldanum uttan fyri, ílatin sum borgarstjóri og vígdi øll, sum vildu ganga saman í hjúnalag - uttan at gera mun á kyni ella øðrum ymisleika.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Eg vil helst gloyma alt tað, sum eg hevði ætlað mær at gjørt í 2013, men sum ikki bleiv til nakað. Tað mesta er longu gloymt, tíbetur, men so er tað hasin havin hjá mær, sum hvønn dag liggur og bínir at mær og einki skilir av tí heila. Hann er ikki lættur at gloyma, og tað er kanska líka so gott. Men hundurin elskar hann.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 - Eg ynski at farið verður undir hart tiltrongdar umvælingar og umbygging av okkara alra eftirhondini gamla og niðurslitna Býarbókasavni, og eg ynski eisini, at bæði fjølmiðlarnir og myndugleikarnir seta nógv størri fokus á og vísa størri forstáilsi fyri, hvussu virðismikil bókasøvn, bøkur og lesing er. Persónliga er tað ringt at ynskja sær meira, eftir eitt so gott ár sum 2013, men eg vil í øllum førum ynskja øllum eitt líka so eydnuríkt ár í 2014. Og so var tað líka hasin havin, sigur Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð.