Soleiðis tekur systir Florence Lee úr Suðurkorea flennandi til um ólavsøkuna Florence Lee hevur verið nunna í Føroyum tey síðstu sjey árini. ?Eg eri altíð á ólavsøku, um eg ikki eri farin til Korea at vitja mína familju,? sigur systir Florence á næstan flótandi føroyskum.
?Eitt tað besta við ólavsøkuni er at síggja glaðar føroyingar í sínum tjóðarbúnum, tí stemningurin er so góðu av tí sama. Í morgun havi eg hugt eftir gudstænastuni í sjónvarpinum, og skundaði eg mær so oman á Vaglið fyri at síggja tey koma úr kirkjuni,? sigur systir Florence.
?Eg haldi eisini, at tað er ótrúliga gott, at kirkjan og Guds orð kann vera eitt tílíkt savningarpunkt fyri føroyingar. Hetta hevði ikki hent í Korea,? sigur systir Florence at enda.