Eg veit, at tær ungu familjurnar koma

Borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg er ikki í iva um, at fast samband fer at føra til at fleiri barnafamiljur búseta seg í Sandoynni

Ein, sum ikki ivast í teimum positivu avleiðingunum av tunlinum, er borgarstjórin í Skop­un. Hann er vísur í, at ung­ar familjur fara at búseta seg í Skopun.
"Vit sóu tað, tá vit gjør­du útstykkingarnar. Tá var stór­ur áhugi var fyri grund­stykkjunum her, men so bleiv tunnilin til einkis, og alt fór. Fólk lótu grundstykkini inn aftur, sigur hann.
Summi eiga tó enn grund­ina, og borgarstjórin væntar nú, at tey fara at byggja, og at kommunan sleppur av við restina av teimum út­stykk­aðu grundunum.
Tá løgtingið samtykti at Sandoyartunnil skuldi ger­ast í 2007, fór Skopun­ar ­kommu­na undir at ústykkja 22 grund­ir, byggja barnagarð og skúla.

Slær kalt vatn í blóðið
Borgarstjórin fer tó ikki at seta nýggjar verkætlanir í gongd.
"Nú sláa vit kalt vatn í blóðið. Seinast settu vit alt møguligt í gongd. Vit gjør­du útstykkingar og bygdu barnagarð og skúla, og so bleiv tunnilin til einkis. Hetta slóð beinini und­an kommu­ni", sigur borgar­stjórin. Skúl­in blevi aldrin liðugur, men barnagarðurin hevur umleið 30 børn.