- Eg trúgvi ikki upp á Jenis av Rana.
Tað staðfestir Poul Michelsen løgtingsmaður fyri Framsókn.
Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Tjóðveldi um at leggja eina menningarætlan fyri føroyska heilsuverkið.
Sum vit skrivaðu her á www.in.fo í áðni, tvíheldur Jenis av Rana, kommunulækni og løgtingsmaður fyri Miðflokkin, at at tað er ikki hald í søgunum um, at læknar ikki trívast í Føroyum ella at játtanin til heilsuverkið er skerd.
Men Poul Michelsen sigur bart út, at hann trýr ikki upp á Jenis av Rana.
Hann vildi ynskt, at trupulleikin var so einfaldur, sum Jenis av Rana førir fram.
Hann sigur, at hann hevur havt samband við serlæknar og teir siga, at orsøkin til at teir fara úr Føroyum, er, at fakliga umhvørvið í Føroyum er ikki nóg gott.
Teir halda teir, at øll serlæknaviðgerð eigur at vera á EINUM sjúkrahúsi og so kunnu hini sjúkrahúsini at vera brúkast øðrvísi, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at skal heilsuverkið kannast, skulu tað vera serfrøðingar, sum kanna tað.
Men hann heldur, at tað hevði kanska verið ein fyrimunur, at talan verður um útlendskar serfrøðingar.
Men hann leggur dent á, at útgangsstøðið fyri eini slíkar kanning skal ikki vera, at vit halda fast um, at tað SKULU vera trý sjúkrahús í Føroyum.
- Eg fari aldrin at góðtaka, at ein slík kanning skal byggja á, at vit SKULU hava trý sjúkrahús í Føroyum, leggur løgtingsmaðurin fyri Framsókn afturat.
- Tað skal sostatt ikki áleggjast serfrøðingum, at kanningin skal byggja á, at vit framhaldandi skulu hava trý sjúkrahús.
Poul Michelsen sigur, at útgangsstøðið fyri eini slíkari kanning skal vera, at vit fáa tað besta sjúkrahúsverkið í dygd og trygd. Tað skulu ongar politiskar bindingar vera á, hvussu nógv sjúkrahús skulu vera og, hvar tað, ella tey, skulu vera.
- Og eg eri fullvísur í, at niðurstøðan hevði verið, at heilsuverki skuldi sæð øðrvísi út enn tað ger í dag, sigur hann.
- Tað skal ikki vera Jenis av Rana, sum fortelur mær, hvussu heilsuverkið skal skipast. Tað vil eg hoyra frá serfrøðingum, sum eg havi fult álit, er púra óheftur, og sum, eftir eini heilsufakligari meting burturav, kann siga mær, hvussu vit eiga at skipa heilsuverkið, uttan at taka atlit at nakrari ávísari staðseting.
- Eg ivist ikki í, at vit kundu fingið eitt betri heilsuverk fyri ta somu upphæddina, vit játta heilsuverkinum í dag, sigur løgtingsmaðurin fyri Framsókn.
Hann heldur kortini, at spurningurin um, hvussu nógv sjúkrahús, vit skulu hava, og spurningurin um at hava eina leiðslu fyri alt heilsuverkið, sum kann skipa arbeiðið, eru spurningar, poltiska skipanin ikki torir at viðgera.
Sjálvur ivast Poul Michelsen ikki í, at tað er skeivt at hava trý sjúkrahús. Og hann heldur eisini, at tað sjálvsagt, at tað er EIN leiðsla í heilsuverkinum, sum kann skipa arbeiðið, uttan at standa til svars fyri politiska myndugleikanum.