Javnaðarflokkurin kundi uttan iva samstarvað við fleiri flokkar á løgtingið. Men tað krevur, at floksins umboð sissa seg, og halda uppat við at seta onnur í bólk við bølmennum og mordarum
Ikki so sjáldan hoyrast øgilig láturbrøl inni av skrivstovuni hjá Tórbirni Jacobsen á Christiansborg. Tá vita vit, sum sita tætt við, at hann mestur hevur funnið uppá onkra garrvilla søgu, ið hann hevur fingið onkran at trúgva uppá.
Soleiðis er maðurin. Hann er ikki altíð so hátíðarligur og alvorligur. Hann elskar skálkabrøgd. Og tað, hann finnur uppá, kann eisini mangan vera ógvuliga stuttligt.
Men fyri nøkrum mánaðum síðani, stutt áðrenn eg skuldi til Sardinia at halda fyrilestur fyri felagsskapinum hjá statsleysum europeiskum tjóðum, var skemtið dekan og groft. Tá hevði Tobbin sent Dan Klein ein teldupost við teimum tíðindum, at eg skuldi til Sesilia at halda fyrilestur fyri ETA og IRA. Og so bað hann Dan ringja til mín at frætta meira.
Tað gekk ikki long tíð til Dan ringdi. Eg fortaldi sjálvsagt blaðstjóranum at hetta var tað reina gass, og sendi honum eisini skránna fyri ráðstevnuna á Sardinia, so eingin ivi skuldi vera.
So skuldi tað verið úti av verðini.
Men tað var tað ikki.
Dan prentaði teldupostin hjá Tobbanum, og gjørdi nógv burturúr. Men hann prentaði tíbetur eisini tað, sum eg segði við hann. Og síðani havi eg ikki hoyrt um nakran, sum hevur tikið søguna í álvara. (Uttan Lisbeth L. Petersen, sjálvandi. Men hvat skal mann vænta...)
Drápsmenn á tingi
Men tá fíggjarlógin var til viðgerðar á løgtingið, var annað skil. Tá segði Kristian Magnussen soleiðis av tingsins røðarapalli:
»Vit onnur kundu passandi spurt um sambandið millum Tjóðveldisflokkin og ETA, ein reinan terroristfelagsskap, sum Tjóðveldisflokkurin nú hevur forlovað seg við niðri í Italia. Kanska kundi formaður Tjóðveldisfloksins greitt Føroya fólki frá, hvat hetta sambandið gongur út uppá. (...) Eg kundi gott hugsað mær at vitað forholdið millum Tjóðveldisflokkin og ETA. Hvat vit kunnu vænta okkum her heima.«
Seinni segði Kristian soleiðis um orsøkina til, at hann spurdi:
»Eg spyrji tí at skrivarin á fólkatingssessinum há Høgna Hoydal hevur verið niðri í Italia onkustaðni og hildið fyrilestur fyri ETA millum annað um frælsisstríðið hjá Tjóðveldisflokkinum í Føroyum. Tí spurdi eg: Hvat er sambandi millum ETA og Tjóðveldisflokkin. Tí tað er eingin loyna, at ETA er ein rein terroristorganisatión, sum skýggjar demokrati heldur enn pestin. Tey drepa øll sum stenda í vegin, vinir og fíggindar, alt tað tey sleppa. Eg spyri hvat sambandið er millum tykkum.«
Kristian verður ikki dripin
Kristian Magnussen skemtaði ikki. Hann ljóðaði bæði álvarsamur og skelkaður og rasandi illur á málinum.
Men Kristian visti, at hetta ikki passaði. Tað hevði eg jú gjørt greitt longu í somu útgávu av Oyggjatíðindum, har tann famøsi telduposturin hjá Tobbanum stóð. Og tað er hóast alt eg og mín ferð til Sardinia, sum alt hetta snýr seg um.
Eg kundi aldrin droymt um at havt nakað sum helst samband við ETA. Felagsskapurin hevur dripið yvir 800 fólk, og eg havi størstu andstygd fyri honum.
Kristian spurdi á løgtingi »hvat vit kunnu vænta okkum her heima«. Men hann hevur einki at óttast. Eg havi ongar ætlanir um at drepa hvørki Kristan Magnussen ella nakran annan. Dráp og terror liggur mær ógvuliga fjart.
Hetta veit Kristian útmerkað væl. Men hvat eg, høvuðspersónurin, meinar og sigur, tað leggur hann ein lort í. Hvør sannleikin er, er Kristiani eitt feitt. Alt má víkja fyri endamálinum: At seta Tjóðveldisflokkin í samband við bølmenni, drápsmenn og diktatorar.
Og Kristian er ikki einsamallur. At javnaðarmenn seta fram púra sjúkligar ákærur móti Tjóðveldisflokkinum, hevur verið gerandiskostur nú í eini seks ár. So seint sum undir umrøddu fíggjarlógarviðgerð royndi Katrin Dahl Jacobsen eisini at samanbera Høgna Hoydal við Hitler.
Eg veit ikki hvat Javnaðarflokkurin ætlar við konstant at liggja og spræna hetta eitur út í samfelagið. Men tað gagnar ongum.
Gott hevði verið, um menn fóru at samstarva í staðin fyri at liggja og goysa svávul úr sær. Eg ivist ikki í, at Javnaðarflokkurin kann samstarvað við bæði Tjóðveldis- og Fólkaflokkin um nógv. T.d. nýggja útspæl Javnaðarfloksins um tjóðskaparliga semju. Men tað verður trupult, so leingi Kristian, Katrin og øll hini ikki royna at sissa seg.