Eg stríðist til tað er friður

– Á fyrsta fundinum við Anniku Olsen, borgarstjóra, segði eg, at eg gevist ikki at gera vart við trupulleikan við larmi frá skipum og at finna loysnir, fyrr enn tað er friður. Eg eri treisk, og eg ætli at halda orð, sigur 29 ára gamla forkvinnan í Heimfriði, Trina Eysturoy

Við jøvnum millumbilum ger Heimafriður vart við mál, har skip larma og ikki geva fólki frið í teirra egna bústaði. Høvuðspersónurin aftanfyri er unga havnarkvinnan, sum nú býr í Signabø, Trina Eysturoy.

– Eg eri sera treisk. Og eg ætli at halda á, til málið er loyst. Tá ið vit stovnaðu felagið fyri hálvum øðrum ári síðani, segði eg, at eg fór ikki inn í málið, um tað ikki kundi loysast innan trý ár. Eg havi vón um, at nakað kann henda, áðrenn trý ár eru farin, sigur Trina Eysturoy.


Mótgongd gevur meira orku

Forkvinnan í Heimafriði hevur verið upp ímóti landsstýrisfólki, borgarstjórum í flestu av størstu kommununum í landinum eins og reiðarum og øðrum, ið varða av stóru skipunum, sum liggja ella umskipa við føroyska kaikantin.
Men hóast tað er ein tung og partvís ógreið skipan, sum tey stríðast ímóti, so heldur tað henni ikki aftur.

– Hetta er eitt tabuevni, og tá ið tú tosar ‘ímóti vinnuni’, sum nøkur siga, at vit gera, sjálvt um vit ikki gera tað, so fært tú nakrar avbjóðingar í samfelagnum. Eg havi tikið henda leiklutin upp á meg. Eg rópi upp, meðan hini í nevndini halda seg meira í bakgrundini, tí tey vilja ikki traðka so nógv fram, sigur Trina Eysturoy.

Hon er tó ikki bangin at standa í fremstu røð, hóast hon fær nógvar ábreiðslur móti sær.
– Mótgongd gevur meira orku at halda á, sigur Trina Eysturoy.

 

Lesið alla samrøðuna við Trinu Eysturoy í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í søubúðum kring landið. Blaðið kann eisini lesast her.