Umleið 50 korona-kanningar eru gjørdar á Suðuroyar sjúkhúsi í dag. Har er long kø uttan fyri sjúkhúsið at lata seg kanna, og ætlanin er at halda fram við at poda fólk, inntil øll tey, sum eru møtt upp, eru kannað. Hetta fortelur Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar sjúkhúsi, fyri in.fo í dag.
Hann sigur eisini, at avgerð er tikin um at kanna allar yrkadagar, tí tað er ein øktur eftirspurningur eftir kanningum. Higartil hava kanningar annars bara verið gjørdar mánadag, mikudag og fríggjadag, og tá hava millum 5 og 10 kanningar verið gjørdar um dagin.
– Vit eru fyrireikað til hetta. Sjúkhúsverkið sum heild var jú í hægstu tilbúgving í mars og apríl, tá korona var uppá sítt hægsta, so hetta klára vit eisini, sigur Hans Pauli Henryson, sum stúrir fyri gongdini í øllum landinum.
– Tríggir tilburðir blivu staðfestir í Føroyum í gjár, og í dag blivu 14 tilburðir staðfestir aftrat. So tað er ein stór broyting. Eg stúri fyri tí ringasta, tað má eg siga, sigur hann.
– Eg vænti, at vit fara at síggja eina stóra øking í talinum av smittaðum komandi tíðina, sum gongdin er nú. Vit testa 50 her suðuri í dag, men í Havn og í Klaksvík verða nógv fleiri testað, sigur sjúkhússtjórin.