- Verið eg á vøllinum, vinna vit. Tað sigur ein púra vísur, Andreas Lava Olsen, beint sum Víkingur settu fótin aftur á føroyska jørð seinnapartin í dag, eftir at hava spælt seg víðari í Evropa League við einum javnleiki og einum sigri Daugava Daugavpils úr lettlandi. Beint, sum Víkingarnir vóru lendir, varð farið til Gøtu, har skipað var fyri móttøku.
Síggj nakrar myndir frá móttøkuni við at trýsta HER
Andreas á Lava Olsen byrjaði á beinkinum í báðum dystunum. Men hann varð eisini settur á vøllin í báðum dystunum – og hann skoraði í Báðum dystunum.
Sostatt hevði hann avgerðandi leiklut í sigrinum hjá Víkingi, sum nú sendir teir í annað umfar í Evropa Leage, har teir fáa tveir torførar dystir ímóti Tromsø í Noregi.
Man Andreas Lava Olsen er vísur í, at sleppur hann at spæla, skal hann nokk eisini skorað og tryggja Víkingi víðari luttøku í Evropa League.
|