- Eg skal skjóta teg og brenna heila lortið niður. Eg skal seta byrsuna móti pannuni og fylla høvdið hjá tær við høglum. 49 ára gamli maðurin var ikki blíður, tá hann royndi at krevja veðgjaldið aftur, fyri íbúðina hann hevur leigað gjøgnum Almannaverkið.
Tað var mikudagin, at maðurin fór niðan á Almannaverkið, at biðja tey hjálpa sær. Hann hevði leigað eina íbúð ígjøgnum tey, men skuldi nú flyta til Danmarkar, og vildi hava veðgjaldið aftur, umframt eina frystiboks, sum hann hevði keypt sjálvur. Prátið við sosialráðgevan á Almannastovuni gekk væl, men á veg út gjøgnum hurðina, bað hann tey bera útleigaranum eina heilsan.
- Eg skal skjóta teg og brenna heila lortið niður. Eg skal seta byrsuna móti pannuni og fylla høvdið hjá tær við høglum, um eg ikki fái pengarnar.
Sosialráðgevin gjørdist so ørkymlað, at hon boðaði útleigaranum frá hesum, sum í sínum lag valdi at melda mannin.
Maðurin er ikki heilt ókendur hjá løgregluni. So seint sum leygardagin varð hann leyslatin, eftir at hava sitið ein dóm upp á 8 mánaðir fyri harðskap. Hann hevur eisini fleiri eldri dómar fyri hóttanir og harðskap sitandi á sær, umframt onkra aðra sak í rættarskipanini. Nú ætlaði maðurin sær niður til Danmarkar og hevði keypt ferðaseðil við Norrønu hóskvøldið. Áðrenn hann fór, ynskti hann tó at siga íbúðina í Føroyum upp og fáa frystaran út úr íbúðini. Tí fór hann niðan á Almannastovuna.
Sjálvur sigur maðurin, at hóttanir ikki vóru sagdar í álvara. Hann var súrur, tí at íbúðin var í so ringum standi, og hann helt, at útleigarin kundi sett meiri pening í húsið, fyri at bøta um viðurskiftini.
Verjin hjá manninum helt, at maðurin kanska var nakað kjaftabreiður, og at hann tí ofta fall í ónáðir í Føroyum, og gjørdi var við, at í tíð síni í Danmark, var hann ongantíð komin í trupulleikar við løgregluni. Hóttanirnar vóru ikki meintar í álvara, og maðurin gleddi seg at sleppa til Danmarkar og fáa ein møguleika fyri eini nýggjari byrjan.
Dómarin vísti til allar gomlu sakirnar móti manninum og metti tí, at rættast var at varðhaldsfongsla hann í fýra vikur. Ein onnur søk móti manninum er í umbúna, og miðað verður móti, at fáa dóm sagdan í báðum málunum innan varðhaldsfongslingin er úti.