Hovstunnilin
-Hatta kunnu teir akkurrát tað sama spara sær.
Tórður Holm, sum koyrir treylara í Suðuroy, ivast ikki, tá ið hann skal meta um ætlanina at gera tunnil ímillum Øravík og Hov.
Hann sigur, at verður tunnilin lagdur soleiðis sum Landsverkfrøðingurin hevur skotið upp, kunnu teir akkurat tað sama spara sær at gera tunnil yvirhøvur.
Og Tórður Holm átti at vita, hvat hann tosar um.
Hann hevur í fleiri ár koyrt treylara fyri Richard B. Thomsen á Tvøroyri og tað munnu vera fá. ið koyra so ofta eftir Hovsvegnum sum hann.
-Eg koyri javnt ímillum 1.000 og 1.400 kilometrar um vikuna og tað allarmesta er eftir hovsvegnum ímillum Tvøroyri og Vág
Tað eru eini 25-27 kilometrar ímillum Tvøroyri og Vág, so við einum sindri av høvuðrokning er skjótt at koma fram til, at tað verða nakrir túrar tilsamans.
Situr mangan sum á nálum
Og hann dylir heldur ikki fyri, at tað er mangan, hann situr á nálum, tá ið hann koyrir
- Eitt er, at Hovsvegurin er smalur. Men tað ringasta strekkið er í veruleikanum vegurin úr Hovi niðan á Milliónsvingið, vit rópa.
Hann sigur, at tann brekkan er brøtt við krappum svingi í.
-Tá ið vit koyra niðaneftir, noyðast vit at kalla at steðga helt, fyri at koma um svingið og tað er ómetaliga tungt at koma uppaftur.
Koyra vit omaneftir, er eisini neyðugt at steðga fyri at koma um svingið.
Hann sigur, at um summarið gongur tað.
- Men um veturin er mangan ikki lukkuligt. Av tí, at brekkan er so brøtt niðaneftir, fæst ikki ferð á bilin og tá skal onki til, at hann hann fer at spola og glíður eftir reyv. Tá ið tú hinvegin koyrir oamneftir aftur, er mangan ómetaliga trupult at bremsa fyri at steðga.
- Sostatt er hetta tað ringasta strekkið av øllum á vegnum ímillum norðaru- og syðru helvt í Suðuroy, tí hóast allur Hovsvegurin er ógvuliga smalur, er tað ongastaðni, at tað er so bratt eitt so langt strekkið, eftir eitt sving, sum er næstan 180 stig.
Hetta eru allur suðuroyingar, sum koyra lastbil, samdur um!
Hann sigur, at tað er ofta, at teir prísa seg lukkuligar yvir, at tey, sum koyra persónbil, eru so lagalig.
-Tey, sum koyra persónbil í Suðuroy, eru avbera lagalig. Tað er so ofta at vit koma koyrandi eftir hesi brekkuni um veturin, at vit fáa illa steðga. Og møta vit so einum persónbili, noyðast vit at geva tekin til tey, so at tey fáa givið seg til síðis.
Soleiðis gongur tað fyri seg hjá okkum, sum koyra lastbil og tað er mangan, at vit sita við hjartanum í hálsinum.
Og hann sigur, at tað er vert at geva gætur, at verður tunnilin lagdur, soleiðis sum Landsverkfrøðingurin hevur skotið upp, slepst ikki undan hesum vegastrekkinum.
-Hóast vegurin verður breiðkaður, verður brekkan og svingini tey somu og tað er har, trupulleikin liggur, sigur Tórður Holm.
Hann ivast tí ikki í, at loysnin, sum NCC hevur skotið upp er tann einasta rætta.
Umframt at vera nógv tann besta loysnin, førir hetta uppskotið við sær, at tað slepst undan kavarudding á einum longum fjallavegi og tað telur eisini við.
Í Stuttum
Landsverkfrøðingurin ætlar at gera ein tunnil í hæddini. Tunnilin verður 2100 metrar langur í einums stórum boga, men so skulu 4,2 kilometrar av vegi gerast afturat.
Kostnaður: Umleið 125 milliónir
NCC bjóðar sær til at gera ein tunnil í láglendinum. Tunnilin verður 2.500 metrar langur og snórabeinur og vegurin, sum skal gerast, verður 200 metrar.
Kostnaður: 92 milliónir, umframt mvg, útfrá teimum upplýsingum, NCC hevur nú.
Byggitíð: 20 mánaðir.