Nú er gingið hálvtánnað ár, síðan Henrik Larsen stóð á odda fyri føroyska landsliðnum, og hóast telefonin hjá honum ringir ein sunnudag seinnapart, er hann blíður og týður, tá ið hann frættir, at tað er Sosialurin, sum er í horninum.
- Eg havi altíð tíð at tosa, tá ið tað er við ein føroying, sigur Henrik Larsen.
Arbeiðsleysur
Eftir starvið sum føroyskur landsliðsvenjari, gjørdist Henrik venjari í danska felagnum Holbæk. Her gekk ikki væl, og tá ið Køge frá næstbestu deildini bjóðaði honum starvið sum venjari, tók hann av. Køge Boldklub fór herfyri í gjaldssteðg, og tískil stendur Henrik nú aftur arbeiðsleysur.
- Eg vóni sjálvandi, at eg fái starvið aftur sum venjari í Køge, men tað sær svart út, so eg taki tað bara púra róligt, sigur hann.
Saknar Føroyar
Tey trý árini sum landsliðsvenjari í Føroyum eru als ikki farin í gloymibókina hjá “Store Larsen”, sum danskarar kalla hann.
- Eg hevði trý fantastisk ár í Føroyum, so sjálvandi sakni eg Føroyar, sigur Henrik.
Hann vil ikki geva eitt greitt svar, tá ið hann verður spurdur, um hann hevur hug at venda aftur sum landsliðsvenjari.
- Tað er ein farin tíð, men ein skal ongantíð siga ongantíð, ljóðar tað frá fyrrverandi danska landsliðsspælaranum.
Samband við Jógvan Martin
Tey árini, ið Henrik stóð á odda fyri føroyska landsliðnum, var Jógvan Martin Olsen hansara hjálparvenjari. Og teira hava framvegis samband sína millum.
- Eg og Jógvan Martin tosast áleið einaferð um vikuna. Vit kjakast ikki um taktikk, men tosa meira sum vinmenn, sigur Henrik.
Henrik er væl kunnaður um gongdina hjá landsliðnum, men væntar, at nú fer at ganga rætta vegin.
- Landsliðið hevur verið illa plágað av skaðum, men nú vænti eg, at liðið fær stabiliserað seg, sigur Henrik Larsen.