­ Eg síggi góðar møguleikar at finna olju á Atlantsmótinum

­ segði Steven Timms, bretski oljumálaráðharrin, við Eyðun Elttør, tá teir hittust á orkuráðstevnu í Hetlandi týsdagin. Bretar umhugsa nú at linka treytirnar hjá oljufeløgunum, sum vilja leita á Atlantsmótinum

Á ráðstevnu í Lerwick í Hetlandi týsdagin hitti Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, sín bretska starvsbróður, Steven Timms. Teir báðir tosaðu um møguleikarnar fyri samstarvi, tá og um olja verður funnin og framleidd á føroyska landgrunninum. Spurningurin um 2. føroysku og 22. bretsku útbjóðinginia á Atlantsmótinum varð eisini umrøddur. Bretar eru nevniliga í ferð við at leggja til rættis ta 22. útbjóðingina á sínum landgrunni. Og eftir øllum at døma verður henda útbjóðing eisini teigar, sum koma at liggja upp at miðlinjumarkinum millum londini.
Eisini spurningurin um at troyta varandi orkukeldur so sum vindorku var havdur á lofti. Steven Timms greiddi Eyðuni Elttør frá, at ætlanin er at 10% av allari orku, Bretland brúkar í 2010, skal koma frá varandi orkukeldum. Danmark er í dag leiðandi innan hetta økið, og tað vilja bretar gera nakað við. Og her verður so nettupp Hetland ein partur í royndunum at menna eitt nú vindorku.
Hóast fá fund eru gjørd vestan fyri Hetland seinastu mongu árini, so hevur bretski oljumálaráðharrin kortini góðar vónir um, at serliga tey stóru oljufeløgini fara at bjóða upp á teigar á Atlantsmótinum.
Steven Timms sigur við Sosialin, at teir í løtuni hyggja at sjálvum karminum, t.v.s. treytunum til oljufeløgini í sambandi við ta 22. runduna. Tað er ikki óhugsandi, at teir fara at broyta skattareglurnar, sum oljumálaráðharrin viðgongur kunnu vera ein forðing fyri at kunna fáa ta neyðugu og ynsktu undirtøkuna fyri eini komandi útbjóðing á eitt nú djúpum vatni í nýggjum, ókendum øki.
Umboð fyri skattamyndugleikarnar og oljuvinnuna sita í løtuni og gera eitt uppskot til broytingar í oljuskattaskipanini.
­ Niðurstøða er enn ikki gjørd, men hon fer helst at mæla til broytingar, sigur ráðharrin.
Uppá fyrispurning, um hann ikki sær fyri sær eina harða kapping millum Føroyar og Bretland at fáa oljufeløgini at bjóða uppá teigar báðumegin markið, nú og um skattareglurnar fyri leiting í bretska partinum verða lagaligari enn tær føroysku, sigur Steven Timms, at reglurnar og skipaninar vilja altíð vera ymiskar frá einum landi til eitt annað.
­ Eg ivist ikki í, at føroyskir oljumyndugleikar fara at fylgja væl við í, hvørjar broytingar vit gera í loyviskrøvunum hjá oljufeløgunum og møguliga far aat gera broytingar eisini, men eg haldi ikki, at tað fer at gera bretsku støðuna verri.
Steven Timms heldur nevniliga, at tað eru so mikið góðir møguleikar at finna olju og gass á Atlantsmótinum, at oljufeløgini fara uttan iva at vísa bæði tí føroyska eins væl og tí bretska økinum áhuga.
­ Sjálvur trúgvi eg, at oljufeløg fara at gera stór oljufund á Atlantsmótinum. (Økið millum Føroyar og Hetland, blaðm.)
­ So tú ert ikki bangin fyri, at hetta økið er við at missa momentum ­ áhuga?
­ Tvørturímóti, so haldi eg vit fara at síggja eitt nýtt momentum, har bæði stór og smærri eitt nú nýggj oljufeløg fara at gera íløgur.
Steven Timms heldur tað annars vera eitt gott hugskot at vitja Føroyar í kjalarvørrinum av eini føroyskari og eini bretskari útbjóðing á Atlantsmótinum.
Hóast Steven Timms ikki umsitur umhvørvismál, so heldu rhann tað vera eina skilagóða loysn, tá hann frættir, at hansara starvsbróðir í Føroyum eisini er umhvørvismálaráðharri.
­ Tað vísir seg at umhvørvi, orka og tá eisini olja og gass, eru mál, sum eru sera knýtt at hvørjum øðrum, og tí síggi eg onki skeivt í, at sami ráðharri umsitur hesi øki, tvørturímóti.