? Eg ræðist ikki uppgávuna

Hóast fleiri landsstýrismenn við mentamálum eru farnir úr starvinum seinastu árini, ræðist Annita á Fríðríksmørk ikki glóðheitað sessin í Mentamálaráðnum

Tað verður Annita á Fríðriksmørk, sum skal stjórna Mentamálastýrinum. Hetta gjørdi Tjóðveldisflokkurin av mikunáttina.
Eftir drúgva togtogan um, hvør persónur skuldi kjósast til heita sessin, peikaði ein meiriluti í tingbólkinum á Annitu á Fríðriksmørk.
? Trupulleikin er ikki at finna, men at velja ímillum fólk, tá ið landsstýrismaður skal setast. Vit høvdu nógv góð boð hesaferð, men flokkurin valdi Annitu, og hon er eitt gott val, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
Tað kemur neyvan óvart á nakran, at tað nú endaði við Annitu á Fríðriksmørk, og Sosialurin visti longu í síðstu viku frá vælvitandi keldun, at valið fór at falla á hana.
Sambært Høgna Hoydal hevur Tjóðveldisflokkurin eina fasta mannagongd, tá ið landsstýrisfólk skulu setast. Men tað er at enda tingbólkurin, sum ger av, hvønn flokkurin skal peika á.

Spennandi uppgávur
Sessurin sum landsstýrismaður við mentamálum hevur verið rúkandi heitur seinastu árini. Fleiri landsstýrismenn eru farnir frá, men hetta ger ikki Annitu bangna.
? Eg ræðist ikki hesa uppgávuna, men síggja hana heldur sum sera spennandi. Tað eru nógv áhugaverd mál at arbeiða við, og tað gleði eg meg til, sigur hon.
Høgni Hoydal hevur eisini góðar vónir um, at Annita á Fríðriksmørk fer at støðast í starvinum.
? Hóast Annita er ein ungur politikkari, so hevur hon drúgvar royndir frá politiskum arbeiði. Hon var blaðung, tá ið hon kom við í arbeiðið í Tjóðveldisflokkin, og nú hevur hon eisini verið tingkvinna í fleiri ár, sigur Høgni Hoydal.

Vaksin upp við politikki
Annita á Fríðriksmørk er 35 ára gomul. Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari, og hevur starvast í fleiri skúlum kring landið. Hon hevur eisini arbeitt á Tekniska skúla í Havn.
Hon var bygdaráðslimur í Sjóvar kommunu frá 1997 til 1998, og hon hevur sitið í løgtinginum síðani 1998. Hon hevur seinastu árið havt formanssessin í Mentanarnevndini.
Nú tekur hon so næsta stigið upp eftir poltiska stiganum og verður landsstýrismaður við mentamálum.
? Annlis Bjarkhamar legði lunnar undir nógv ting ? serliga í fólkaskúlanum ? og hetta ætli eg mær at fylgja upp. Miðnámsskúlaøkið er kanska forsømt eitt sindur seinastu tíðina, og tað verður eitt tað fyrsta, sum eg fari arbeiða við, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Finnur í tingið
Nú Annita á Fríðriksmørk fer í landsstýrið, kemur Finnur Helmsdal aftur í løgtingið, og eftir stríðið, sum var millum hann og onnur í flokkinum í fjør, eru tað fleiri sum spyrja, hvussu tað fer at spæla av.
? Tað ber ikki til at taka atlit fyri, hvør kemur á ting, tá ið ein landsstýrismaður skal veljast. Tað ræður um at fáa besta fólkið í sessin, og tá ið eitt fólk er valt á ting fyri Tjóðveldisflokkin, so vænta vit eisini, at viðkomandi er loyalur móti flokkinum, sigur Høgni Hoydal.
? Eg skal ikki fjala út yvir, at tað vóru trupulleikar millum Finn Helmsdal og onnur í flokkinum í fjørheyst, men stinga trupulleikar seg upp aftur, so verður tað viðgjørt í flokkinum sum vanligt er, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum.