Eg øtist av slíkari útspilling

­ Vit hava onki gjørt heimahjálpunum uttan gott. Tí haldi ikki, at tað skuldi verið neyðugt at spilt okkum út og at logið uppá uppá okkum afturfyri. Nú hava heimahjálpirnar sett seg uttanfyri alt samstarv við Føroya Arbeiðarafelag og tær skulu ikki rokna við hjálp higani, næstu ferð tað stendur á hjá teimum.

­ Eg má siga, at eg øtaðist við. Eitt er, at tær ganga sínar egnu leiðir. Men at tær skulu brúka útspillingar og beinleiðis lygnir fyri at sleppa úr Føroya Arbeiðarafelag mátti ikki sømt seg kortini.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag harmast um, at heimahjálpirnar hava valt at melda seg úr FA.

Men enn meiri harmast hon mátan, tað verður gjørt uppá.

­ Eg má viðganga, at eg varð forfard, tá eg sá hvørjar lygnir, og útspillingar tær føra fram ímóti okkum fyri at sleppa úr.

Ingeborg Vinther sigur nevniliga, at tað er lítið og onki høpi í tí, sum heimahjálpirnar føra fram ímóti Føroya Arbeiðarafelag.

­ Vit hava bara gjørt heimahjálpunum væl. Í veruleikanum hava tær fingið betri sømdir, enn tær hava krav uppá.


Loddrøtt lygn

­ Í fyrstu atløgu førir heimahjálparaformaðurin, Ása Djurhuus, fram í Sosialinum, at limirnir í heimahjálparafelagnum betala FA góðar 500.000 krónur um árið, og at tað er ov nógv at betala, tí heimahjálpirnar halda seg fáa ov lítið afturfyri.

­ Hatta er loddrætt lygn. Heimahjálpirnar betala tað sama sum øll hini feløgini, 0,5% av lønini til Føroya Arbeiðarafelag.

­ Tað eru fimm krónur av hvørjum 1.000-krónuseðili.

­ Hetta er tað, sum limaskapurin í FA kostar heimahjálpunum.

Verkamannagrunnin hava heimahjálirnar ikki við at gera.

­ Tað eru arbeiðsgevararnir, sum betala eitt ávíst gjald fyri allar limir í FA í verkamannagrunnin, sum er ein trygging.

­ Ingeborg Vinther sigur at tey, sum hava notið mest gott úr verkamannagrunninum er nettupp limir í heimahjálparafelangum.

­ Limirnir í FA vóru enntá so vælviljaðir, at teir samtyktu at gera undantak frá reglugerðini fyri grunnin og at stuðla eftirsitandi hjá eini heimahjálp úr Verkamannagrunninum, áðrenn hann annars skuldi verið farin at virka.

­ Tað er eisini ein sannroynd at tað júst mest eru limir í heimahjálparafelagnum, sum síðani hava fingið mest burturúr verkamannagrunninum.


Bara fyrimunir frá FA

Annars heldur Ingeborg Vinther, at heimahjálpirnar bara hava havt fyrimunir av limaskapinum í FA.

­ Táið heimahjálpirnar komu uppí FA høvdu tær ongan sáttmála.

­Áðrenn hevði Landsstýrið sýtt fyri at samráðst við heimahjálpirnar um sáttmála. Ikki fyrrenn tær blivu limir í FA, og vit tóku um endan, kom glið á, og tær fingu sáttmálan.

­ Síðani hava vit verið við til at bygt hann upp spakiliga

Men hvørjar fyrimunir hava heimahjálpirnar annars havt av limaskapinum í FA?

­ Eg haldi, at fyrimunirnir hava verið nógvir.

­ Eitt nú hava tær havt ókeypis sakførara, eisini í sambandi við møgulig sakarmál.

­ Somuleiðis betalir FA allar útreiðslur í sambandi við sáttmálasamráðingar, m.a. lógfrøðiliga hjálp, umframt at nevndin í FA er til taks við síni servitan. ­ Somuleiðis hava tær havt ókeypis fundarhøli, tá ið tær hava viljað brúkt felagshúsið hjá FA.

­ Tær sleppa eisini ókeypis á skeið, sum FA skipar fyri og betalir fyri.

­ Og táið verkbannið var fyri nøkrum árum síðani um lønarniðurskurð, tók FA sínar limir, sum arbeiddu hjá tí almenna, úr arbeiði fyri at stuðla heimahjálpunum.

Men ikki minst leggur Ingeborg Vinther dent á fyrimunirnar, sum heimahjálpirnar hava av øllum teimum sosialu grunnunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, og teir eru ikki so fáir.


Nú missa tær alt

Ingeborg Vinther sigur, at nú heimahjálpirnar melda seg úr, missa tær allar hesar fyrimunir beinanvegin.

­ Nú er onki hjá teimum at gera uttan at byrja aftur á berum.

Ingeborg Vinther sigur, at tann dagin, tær fara úr FA, frásiga tær sær samstundis rættin til allar ognir felagsins, og tær fáa onki við sær.


Tær hava fult frælsi

Heimahjálpirnar føra eisini fram, at ein orsøk til, at tær fara úr FA, er, at undirfeløg í FA hava ov lítið frælsi at arbeiða sum sjálvstøðug feløg tí at FA blanda seg ov illa uppí.

­ Hatta skilji eg púra onki av, sigur Ingeborg Vinther.

­Feløgini í FA hava fult frælsi at virka sum sjálvstøðug feløg við egnum lógum og egnari heimild at krevja upp limagjald.

­ Tað einasta, vit blanda okkum uppí teirra viðurskifti, er tá ið tey venda sær til meginfelag og biðja um hjálp, tí tað er onkur trupulleiki, tey ikki makta sjálvar.

Men sjálvsagt skulu vit góðkenna felagslógirnar fyri at tær ikki skulu stríða ímóti lógunum hjá FA. Og sáttmálan skulu vit eisini góðkenna, men tað er einans ein trygd hjá Heimahjálpunum so at ein sáttmáli ikki verið kroystur niðuryvir tey, sum er verri enn tann, sum var.


Ikki øðrvísi enn onnur

Men eru heimahjálpirnar ikki í eini serstøðu í FA, tí tær arbeiða í heilsuverkinum og hava tí lítið til felags við onnur limafeløg í FA.

­ Nei, tær eru ikki í nakrari serstøðu. Vit hava fleiri lønarbólkar í heilsuverkinum, báði gongsgentur køksfólk o.s.fr.

­ Og at heimahjálpirnar eru noyddar i verkfall og at leggja arbeiði niður, hvørja ferð, vit gera tað, er beinleiðis ósatt.

­ Og seinasta arbeiðssteðginum, sum var, tók Heimahjálparafelagið fult undir við.

­ Føla heimahjálpirnar ,at tær onki hava til felags við FA, er tað tí, at tær hava sett seg sjálvar uttanfyri, sigur Ingeborg Vinther.


Ongantíð víst ónøgd

Formaðurin í FA sigur, at hon undrast á, at øll henda ónøgdin við FA brádliga kemur undan kavi.

­ Tað kemur heilt óvart á meg, tí leiðslan í FA hevur aldrin hoyrt eitt øvugt orð frá heimahjálpunum áður.

­ Tær hava aldrin gjørt vart við sína misnøgd áður. ­ Var okkurt at finnast at, hevði tað sømt seg betur at biðið um ein fund við FA so vit kundu tosa um viðurskiftini.

­Formaðurin í heimahjálparafelagnum hevur enntá verið í umboðsráðnum hjá FA, men heldur ikki har hevur hon víst nøkur sum helst tekin um, at heimahjálpirnar eru ónøgdar.

­ Umboðsráðið er eitt ráð av teimum feløgum í FA, sum hava sersáttmálar.

­ At bera seg soleiðis at ímóti meginfelagnum, eftir at hava verið limur í 13 ár, hald eg beinleiðis vera ljótur atburður, sigur Ingeborg Vinther.


Skulu ikki rokna við stuðuli frá FA

Annars sigur Ingeborg Vinther, at enn hevur FA ikki frætt frá heimahjálpunum.

Men hon heldur ikki, at tað fer at gera FA veikari, at heimahjálpirnar fara burturúr.

­ Okkum kann tað fyri so vítt gera tað sama. Men tað ger heimahjálpirnar nógv veikari, tí nú er onki FA at stuðla, táið ósemjur taka seg upp. Og nú missa tær allar ágóðar tær hava havt av teimum sosialu grunnum, vit hava. Og nú skulu tey betala báði sakførara og alt annað sjálvi.

­ Men kortini haldi eg, at tað er spell, at fakfelagsrørslan spjaðist, heldur enn at savnast.

­ Tað, sum hevur gjørt fakfelagsrørsluna so veika, er nettupp tað, at hon er syndrað sundur. Tann einasti, sum hevur fyrimun av tí er arbeiðsgevarin. Størri samanhaldið er, sterkari eru vit.

Ingeborg Vinther sigur, at nú heimahjálpirnar venda FA bakið, kvetta tær samstundis allar brýr av.

­ Vit fara ikki at føla ábyrgd mótvegis teimum. ­ Tí skulu tær heldur ikki rokna við stuðuli hiðani, hvørja ferð á stendur. Serliga ikki, tá ið mátin er so ljótur, sum hann er

Ingeborg Vinther sigur tó, at so leingi tær ikki eru farnar úr, er ikki ov seint at broyta meining.

­ Men spurningurin er, hvat okkara egnu limafeløg siga til at verða soleiðis viðfarnar og tí er tað eitt ivamál, um vit vilja hava nakað sum helst við tær at gera.

­ Tað eru nakrar heimahjálpir, sum leingi hava rumblað við hesum málið. ­ Og tað er ein spurningur, hvussu longi vit skulu standa modell til slíkar útspillingar, sigur Ingeborg Vinther.