Eg má læra at selja meg

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, er sannførd um, at allar hennara broytingar hava verið rættar, men at hon ikki hevur dugað nóg væl at selt seg. Gjøgnum landsfundin hjá Sambandsflokkinum fekk Rósa Samuelsen nógv rósandi orð um skerjingarnar og broytingarnar, sum hon hevur gjørt á almannaøkinum. Men fleiri høvdu hug at fýlast á, at hon ikki dugir nóg væl at selja vøruna.

- Eg skal sjálv læra meg betur at selja vøruna, sigur Rósa Samuelsen.

Hon leggur afturat, at hon heldur, at tað er eitt stórt upptak, sum skal gerast á almannaøkinum, tí tað hevur verið so illa stýrt seinastu nógvu árini, og hon sigur somuleiðis at eitt álit vísir, at tað var rætt at leggja Rókina og Slóðina saman.

- Eg haldi tað hevur verið rætt, sum eg havi gjørt, og um mann lurtar eftir, hvør hevur skapt størsta órógvið, so hava tað mest verið starvsfólk ella mest fjølmiðlarnir. Og tað má undra meg, at nú aftaná álitið er komið fram, sum staðfestir nøkur ting, at fjølmiðlarnir ikki hava tikið tað upp. Men tað vísir eisini, hvussu einsíðugt eitt mál verður lýst, metir Rósa Samuelsen.

Hon leggur afturat, at komandi árið fara broytingar at verða á eldraøkinum, og tað fer helst eisini at skapa órógv.