- Eg krevji størri virðing.
Tað sigur sigur Mortan Johannesen, reiðari á Jaspis og Ametyst við Sosialin, sum er at fáa til keyps hetta vikuskiftið.
Føroya Rættur hevur dømt hann 40.000 krónur í bót fyri oljudálking í tveimum førum.
Í øðrum førum, snúði tað seg um, at nakrir fáir litrar fóru á sjógv av Ametyst og í hinum føri var talan um 75-100 litrar, sum fóru á sjógv av Jaspis.
Umhvørvisstovan heldur, at dómurin var ílagi, tí hann virkar fyribyrgjandi.
Men Mortan Johannesen er alt annað enn nøgdur.
Í Sosialinum heldur hann, at ákærin hevur ikki skil fyri, hvat fer fram á einum skipi og hann heldur, at dómarin var í parti við ákæranum.
Reiðarin dylir ikki fyri, at hann heldur, at tað var mannminkandi at standa í rættinum sum ákærdur í málinum, tí talan var um eitt óhapp, sum ongin kundi varða seg fyri.
Hann sigur, at hann hevði goldið fyri at taka oljuna upp og hann heldur, at meiri átti ikki at hent í málinum.
- At fáa eina bót omaná, haldi eg líkist ongum, sigur Mortan Johannesen.
Hann metir tað sum forfylging, at hann er ákærdur í málinum.
hann sigur, at hann hevur siglt síðani fuyrst í fimtiárunum og hevur altíð lagt dent á at røkja skipini væl.
Tá vóru myndugleikarnir hjálpsamir, nú leggja teir fótonglar í vegin, sigur hann við Sosialin.
|