Føðingardagur
Tað stóð ongastaðni skrivað, at Óli Jacobsen skuldi blíva formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Men tað bleiv hann kortini á rættiliga ungum aldri. Og tað hevur hann verið síðani. Tilsamans í heili 33 ár og tað er meiri enn tvær ferðir so leingi sum nakar hann.
Og nú hann fyllir 60 ár í dag, kann samstundis staðfestast, at hann sostatt hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum í meiri enn eitt hálvt lív.
Og tað er kanska nokk so undarligt, tá ið hugsað verður um, at hann upprunaliga er borin til Tjørnustovufesti í Norðragøtu.
Men seyður og hagi hevur ongantíð havt hansara áhuga.
?At hoyggja var mín skrekkur, so tað tímdi eg ongantíð at fáast við, sigur hann. Og tað hevði heldur ongin annar í húsinum hug til, so tá ið pápi Óla leggur frá sær, fer festið úr slektini, sum tað annars hevði verið í í meiri enn 350 ár.
Óli Jacobsen er annars føddur í Kalundborg í Danmark. Foreldur hansara fluttu til Danmarkar í 1938.
? Men so kom kríggið og tá sluppu tey ikki heimaftur. Tey giftust so og fimm tey elstu systkini eru fødd í Danmark.
Tá ið Óli var tvey ár, fluttu tey til Keypmannahavnar, har foreldur hansara stóðu á odda fyri brøðrasamkomuni, so har komu nógvir føroyingar.
Tað var longu heilt tíðliga at Óli setti síni fyrstu spor eftir sær.
? Eg hevði eina barnagentu, sum helt meg vera so óluksáliga fittan og hon segði, at fekk hon nakrantíð ein so, skuldi hon nevna hann eftir mær.
? Tað vildi ikki betri til enn so, at hon hon bleiv við barn og fekk ein son og hon nevndi hann Ole, so eg var ikki meiri enn fýra ár tá ið eg varð uppkallaður.
Óli Jacobsen sigur, at hann enn hevur samband við fólk sum tey kendu í Danmark.
Fekk álit á ungum aldri
Tá ið Óli var sjey ár, fluttu tey heimaftur og hann gekk so í skúla her heima.
? Eg nyttaði ongantíð nakað í ítrótti, eg hevði størri áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og tí bókliga.
Kortini fór hann ikki at lesa, men fór til skips longu 14 ára gamal, og tá varð lívsleiðin mestsum løgd.
?Eg fekk um sjálvan endan á slupptíðini, har vit vóru í sjálvdrátti og taldu lippur fyri at rokna partin út.
Eyðvitað hevur nógv verið prátað í lugarinum, tí longu 22 ára gamal varð heitt á Óla um at stilla upp til nevndarval í Fiskimannafelagnum.
Og hann varð valdur og síðani gekk tað skjótt, tí longu fimm ár seinni, í 1971, tá ið hann var 27 ára gamal, varð hann valdur til formann í Fiskimannafelagnum.
Og tað starvið hevur hann røkt síðani og tilsamans er hann nú afturvaldur 11 ferðir. Hvørt formansskeið er trý ár, so nú hevur hann skjótt verið formaður í Fiskimannafelagnum í 33 ár og tað er meiri enn tvær ferðir so leingi sum nakar annar hevur verið formaður.
Tó skal leggjast afturat, at eitt skifti var hann burturfrá, tá ið hann var landsstýrismaður í tveimum umførum í valskeiðnum frá 1994 til 1998.
Seinni í ár verður aftur formansval til Fiskimannafelagið og stillar Óli uppaftur, eigur tað ikki at leypa hvøkk á nakran, tí enn er hugurin langt frá slóknaður.
Annars hevur Óli eisini verið formaður í fiskimannadeildini hjá altjóða felagsskapi flutningsmanna í 22 ár, men har fór hann frá í fjør.
Tað skerst ikki burtur, at hesi árini, Óli hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum, eru stórar broytingar hendar, bæði í samfelagnum sum heild og ikki minst í viðurskiftunum hjá fiskimonnum.
? Hesa tíðina havi eg eftir førimuni roynt at fáa fiskimonnum betri kor. Talan hevur verið um sáttmálar, sjúkratyrgd, eftirlønarskipanir, inntøkutrygd, tryggingar og onnur viðurskifti. Onkrir av hesum trupulleikum vistu vit ikki vóru til, tá ið eg byrjaði.
Men tað skerst heldur ikki burtur, at Óli hevur gjørt sítt til at gera Fiskimannafelagið sjónligari í Føroyska samfelagnum.
? Høvuðsuppgávan hevur altíð verið at samráðast við reiðararnar um nýggjar sáttmálar. Men hesi seinastu árini hava vit eisini gjørt vart við okkum á fleiri hermótum, har vit hava roynt at sett okkara fingramerki á gongdina í samfelagnum sum heild, so at Fiskimannafelagið hevur tikið virknan lut í orðaskiftinum um tey mál, sum hava verið frammi.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at tað er upp og niður, hvussu hetta hevur eydnast, men soleiðis er tað í so nógvum av lívsins viðurskiftum
? Eg haldi, at eg havi verið konstruktivur í hesum arbeiðnum, men tað er ymiskt, hvussu tað hevur verið virðismett, sigur hann.
Ein tann allarstørsta broytingin í føroyska samfelagnum seinastu árini, er broytingin frá ætlanarbúskapinum, har tað almenna ásetti fiskaprísirnar, til marknaðarbúskap, har tað var útboðið og eftirspurningur, sum ásetti prísirnar.
?Í hesum arbeiðnum átti Fiskimannafelag ein ógvuliga týðandi leiklut. Tað var enntá Fiskimannafelagið, sum setti gongd á málið og Fiskimannafelagið hevur havt størri leiklut í hesi tilgongdini enn nógv í dag vilja viðurkenna.
Óli Jacobsen sigur, at fyrstu stigini at broyta búskapin til marknaðarbúskap vórðu tikin eftir uppskotið frá honum.
Fyrr var tað soleiðis, at tað almenna ásetti fiskaprísin, sum síðani varð reguleraður við studningi.
? Men síðani varð bygnaðurin grundleggjandi broyttur til at tað vóru marknaðarviðurskiftini og kappingarførið hjá virkjunum, sum avgjørdi prísin.
? Úrslitið er einki minni enn eitt undur fyri føroyska búskapin. Virkini máttu leggja seg eftir at verða so effektiv sum gjørligt og tað kom kapping um fiskaprísin og tað hevur ført til munandi betri lønsemi í øllum pørtum í fiskivinnuni.
Óli Jacobsen hevur í nógv ár havt nógv samband til Russlands. Nógv russiskt skip komu til Gøtu og soleiðis fekk hann navnið á einum russara, sum dugdi føroyskt. Tað endaði við, at teir fóru at skriva saman. Síðani tá hevur hann verið nógvar ferðir í Russlandi og eitt skifti helt hann eisini russiska blaðið Pravda. hann hevur eisini fingið samband við aðrar russarar, eysturtýskarar, sum tá vóru onnur í gomlu eysturlondunum.
Óli Jacobsen sigur, at sosatt hevur hevur hann fingið gott innlit í, hvussu samfelagsskipanin virkaði, so hann veit, hvat ætlanarbúskapur ger við eitt samfelag.
Kvetti við javnaðarflokkin
Alt hetta hendi mitt í kreppuárunum og tá endaði Óli Jacobsen eisini uppi í politikki. Hann varð við til at stovna Verkamannafylkingina, sum stillaði upp til valið í 1994. Óli kom inn á ting og tá ið Verkamannafylkingin samstundis kom í samgongu, endaði Óli í Landsstýrinum. Hann sat í landsstýrinum eitt gott ár í fyrstu syftu, men fór aftur í landsstýrið í 1998 og sat valskeiðið út.
Men hann hvarv líka brádliga úr politikki aftur, sum hann var komin og somu lagnu fekk Verkamannafylkingin.
Tað er ongin loyna, at Óli Jacobsen hevði verið virkin javnaðarmaður og spurningurin er, hví hann kendi seg noyddan at kvittað við javnaðarflokkin og at fara upp í Verkamannafylkingina.
? Nú kreppan var í hæddini, føldi eg tað soleiðis, at politiska skipanin royndi at gera vinnufeløgini og tey, sum annars vóru í vinnuni, til syndabukkar. Ikki minst skuldi Fiskimannafelagið hava skyldina fyri kreppuna. Tað skuldu vera vit og hini feløgini, sum høvdu útnyttað skipanina so grovt, at tað førdi til kreppuna og tí skuldu vit haldast uttanfyri alla ávirkan.
? Og tað vísti seg, at eisini javnaðarflokkurin var ein partur av hesum, tí í hesum føri dróg øll politiska skipanin eina línu.
Hetta helt Óli vera djúpt órættvíst, tí hann sigur, at júst Fiskimannafelagið hevði verið konstruktivt og hevði lagt uppskot fram um, hvussu skipanin kundi leggjast um, so at vit komu burtur úr ætylanarbúskapinum, sum rendi okkum á heysin.
?Javnaðarflokkurin gjørdust púra fremmandur fyri mær og tí mátti eg kvetta við hann, sigur Óli Jacobsen.
Hinvegin sigur hann, at meiningarnar í Verkamannafylkingini vóru so ymsar, at hon kollsigldi og stillaði ikki uppaftur á valinum í 1998.
Og hann leggur afturat, at tað er synd at siga, at fylkingin hevur sett sett nakran varða eftir seg í Føroyskum politikki.
Tá ið Óli kom í Landsstýrið var ætlanin, at hann bara skuldi vera í landsstýrinum í nakrar mánaðir fyri at seta gongd á ymisk viðurskifti. Men hann varð sitandi eitt heilt ár og aftaná vóru ymsar meiningar um, hvussu tað hevði hilnast.
? Tað kunnu vera ymsar meiningar um, hvat kom burturúr. Men eg royndi so at skipa nakrar karmar fyri at fáa gongd á vinnuna aftur. Men kanska mól politiska skipanin nógv seinni, enn eg trúði.
? Og so hendi tað, at fiskurin kom aftur, eftir at hava verið horvin í nøkur ár og tá loystist nógvir trupulleikar av sær sjálvum.
? Og í øllum førum mugu vit ásanna, at tað er ikki nógv komið burtur úr teimum royndunum vit gjørdu at fáa alternativar vinnur á føtur.
Eitt av hesum alternativum vóru igulkerini?
? Ja, men just tað, at vit krøkja okkum í eitt hoystráð sum igulkerini, og sóu tað, sum eina bjarging, sigur eitt sindur um, hvussu djúp kreppan i føroyska samfelagnum var. Vit vóru stutt sagt til reiðar at royna alt.
Men tað bleiv so ikki til nakað.
Eitt annað alternativ hepnaðist betri og tað var ætlanin hjá Viberg Sørensen á Tvøroyri at royna at fiska Svartkalva við gørnum.
? Men ongin vildi fíggja ætlanina. Tá tók Fiskimannafelagið sær um reiggj og fíggjaði reiðskapin, sum kravdist og tann royndin hepnaðist sera væl og gav eitt stórt íkast. Men hevði Fiskimannafelagið ikki brotið upp úr nýggjum, hevði hendan vinnan neyvan sæð dagsins ljós.
Verri enn nakrantíð
Tá ið tú vart í politikki, minnist eg, at eitt av tímum herrópum var at bøta um rættartrygdina. Hvat kom burturúr á tí økinum?
? Onki. Púra onki. Og tað mest syndarliga er, at tað hevur ongantíð staðið verri til við rættartrygdini enn tað ger í dag.
? Tað stendur nevniliga so illa til við rættartrygdini hjá vanliga borgaranum, at eg skilji ikki, hvussu tað kann bera til í einum samfelag, sum tú føroyska. Tað stendur so illa til, at eg eri ikki so frægt sum skelkaður, eg skilji tað heilt einfalt ikki, sigur Óli Jacobsen.
Óli Jacobsen sigur, at tá ið hann var í politikki, helt hann, at orsøkin til at rættartrygdin var so vánalig, var, at umsitingin var ov lítil og veik.
? Men so kom Finn Normann Christensen og vit fingu eina stóra umsiting. Men tað hevur als ikki bøtt um støðuna. Fyrr var tað bara vanligt, óskipað óskil. Nù hava vit fingið væl skipað óskil ístaðin.
? Vit royndu eisini at fáa ein Løgtingsins umboðsmann. Hann kom so seinni, men hann hevur ongan mun gjørt, leggur hann afturat, uttan at vilja útgreinað tað nærri.
Hann sigur, at hann fylgir væl við, hvussu onnur, framkomin lond skipað seg og hann staðfestir, at í Føroyum er støðan ikki, sum hon er í einum skipaðum samfelag.
?Kanska er tað ein spurningur um hugburð. Kanska er tað tí, at samfelagið er ov lítið og innetið. Eg veit tað ikki.
Hann heldur eisini, at fjølmiðlarnir hava svikið sína uppgávu á hesum øki.
? Onkur hevur sagt, at tað er tí at fjølmiðlarnir eru so illa mannaðir. Men tað er tvætl, tí fjølmiðlarnir eru væl mannair og tað krevur ikki pening at hava eitt vakið eyga við tí, sum fer fram. Og tað er heldur aldrin ein spurningur um pening, tá ið ítróttur er á skránni, heldur ikki uttanlands, tí tá fara heilir herar av fjølmiðlafólki av stað at siga frá um tað sama.
Óli Jacobsen sigur, at hann hevði aldrin droymt um, at rættartrygdin hjá vanliga borgaranum er so vánalig, sum tað kann staðfestast, at hon er.
? Í Fiskimannafelagnum verða vit ferð eftir ferð noydd at fara í rættin við málum, sum eru sjálvsøgd. Tað visir seg, at vit koma ongan veg við myndugleikunum í nøkrum máli, uttan ígjøgnum rættarskipanina ella við hótta við rættarsak, eisini í sjálvsøgdum málum, og tað hoyrir ongastaðni heima.
Hann nevnir eitt dømi um ein eygleiðara, sum Fiskimálaráðið bað fara við einum rækjubáti.
?Fyri at tað ikki skuldi síggja út, sum at hann var ein av manningini, bað Fiskimálaráðið hann skrivað undir á einum serligum teigi á mynstringarlistanum.
?Men tá ið maðurin so verður sjúkur, noktar Fiskimálaráðið honum sjúkraviðbót við teirri grundgeving, at hann var ikki ein av manningini.
? Men málið fekk ikki so frægt sum eina málsviðgerð.Tað var ikki so frægt sum at ein lógfrøðingur hevði viðgjørt málið.
Òli sigur, at Fiskimannafelagið mátti so stevna og fekk fult viðhald.
? Tað syndarliga er, at tað er ongin, sum hevur áhuga í, at almennu Føroyar fara soleiðis við einum ósekum og sjúkum fiskimanni. Og tá ið Fiskimannafelagið skal hava slíkt stríð at vinna einum einstøkum fiskimanni sín sjálvsagda rætt, hvussu so við øllum hinum, sum ikki hava nakran at stríðast fyri seg og sum ikki hava orku til eitt rættarmál og til at taka tann fíggjarligu byrðu á seg, sum eitt rættarmál er.
?Hevði tað so bara verið politiska skipanin. Men tað vísir seg tíverri, at andstøðan er púra steindeyð. Tað tykist sum um at andstøðan dregur somu línu sum makthavararnir í hesum sambandi og tað skilji eg slett ikki.
? Tað er í hvussu so er ikki javnaðarflokkurin, sum slær í borðið og sigur, at er tað ongin sum røkir áhugamálini hjá vanliga borgaranum, so skal hann gera tað.
? Sambandsflokkurin ger tað heldur ikki. Og tá ið flokkarnir í andstøðu ikki rætta hond frá síðu, er tað ringt at hugsa sær at nakar av hinum flokkunum, sum sita við valdinum, skulu gera tað.
? Sostatt dugi eg ikki at síggja, at tað er stórvegis munur á politisku flokkunum í dag. Og nú skuldu Løgtinglimir hava næstan tvífalda løn fyri at gera eitt betri arbeiði, men tað má staðfestast, at tað er er ongin munur á.
Óli Jacobsen sigur, at vanligi borgarin í Føroyum staðiliga brúk fyri onkrum, sum røkir hansara áhugamál í politisku skipanini. Tí er tað harðliga brúk fyri einum alternativum flokki í føroyskum politikki, tí sum er, verða mál, sum viðvíkja einstaklingum, als ikki viðgjørd í almennu umsitingini og har er grundsjónarmiðið, at borgarin hevur altíð órætt.
? Men ongin letst um vón, hóast øll vitað av tí, sigur Óli Jacobsen.
Eg kann øsa meg ræðuligt
Nú hevur tú verið formaður í Fiskimannafelagnum í heili 33 ár. Følir tú teg ongantíð útbrendan?
-? Jú, tað geri eg við hvørt. Men so løði eg battaríðini aftur og enn haldi eg, at eg havi okkurt bjóða.
Hvussu løðir tú battaríðið aftur?
?Eg havi eitt gott og trygt bakland í konuni og børnunum. Men so kann eg eisini øsa meg nakað so ræðuligt, tá eg síggja tað órættvísi, sum kann raka fólk og alt tað gevur mær eitt skump til at herja á aftur. Viðurskifti, sum eg haldi eru órímilig fáa meg at reagera ógvuliga kraftiga og tað er eisini ein máti at løða battaríðini upp á.
Tað skerst heldur ikki burtur, at hann hevur verið ótroyttiligur, tá ið hann hevur víst á viðurskifti, sum eftir hansara tykki, ikki hava ruggað rætt.
Hinvegin vil formaðurin í Fiskimannafelagnum ikki skriva undir uppá ta gomlu sannroyndina, at tað er kalt á tindunum - í hvussu so er ikki í Fiskimannafelagnum.
?Í politikki hevur fært tú ongar vinir, tí har eru sjálvt floksfelagir kappingarneytar. Men eitt, sum eg virðismeti ómetaliga høgt er tað vinalagið eg havi merkt frá fiskimonnum.
? Eitt, sum hevur hildið lívið í mær í Fiskimannafelagnum, er, at vit hava følt okkum sum eina stóra familju. Tað hevur havt sera stóran tydning fyri meg at merkt varman og undirtøkuna frá fiskimonnum kring alt landið. Tá ið eg gjørdust formaður, vóru at kalla allir eldri enn eg. Nú hoyri eg til tann eldra skaran, men eg havi knýtt nógv vinabond ígjøgnum Fiskimannafelagið og tað hevur givið mær áræði at hildið fram og givið mær íblástur. Hjá fiskimonnum er onki fals og eg øll hesi árini minnist eg ongatíð, at keðiligar støður hava tikið seg upp. Gamaní hava fiskimenn funnist at og givið ilt av sær, og tað mangan av røttum eisini, men tað er ongantíð endað við varandi illvilja.
?Tað er í hvussu so er nakað, sum hevur givið lívi mínum innihald, sigur Óli Jacobsen.