Lesur tú føroyskar bøkur?
- Ja, eg lesi nakað av føroyskum bókum.
Tað sigur Herbert Olsen.
Hvørjar bøkur lesur tú?
- Mær dámar væl skaldsøgur og siðsøguligt tilfar. Men, eg kann lesa mest sum alt, sum eg komi framá - tað veri seg vísindarligar greinar ellar ymiskar lógir.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Ein av bókunum, sum eg enn einaferð havi liggjandi á náttborðinum, er - Men lívið lær - hjá Heðini Brú.
Herbert Olsen heldur, at rithøvundurin hevur havt framúr evnir at eygleiða og skriva.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Ja, eg ynski mær onkra bók í jólagávu. At seta seg væl til rættis við nýggjari bók og góðum kaffimunni við jólagóðgæti afturvið og tærnum nakað nær brenniovninum - tað er bara sakin, sigur Herbert Olsen.
##med2##