Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í samrøðu í Vikuskiftis-Sosialinum.
– Eg tími ikki lurta eftir tá ið fólk halda talur, ið eru so avrundaðar, at man má spyrja hvat tey meintu við, tá tey eru liðug. Tá er frægari, at man torir at siga tað, ið man hevur á hjarta, sigur landsstýrismaðurin.
Mánadagurin er ein stórur dagur í føroyska miðlaheiminum, tí tá eru 60 ár liðin síðani Útvarp Føroya fór undir regluligar sendingar. Lesið hugleiðingar hjá Árna Gregersen, sum starvaðist í útvarpinum í sjeyti- og áttatiárunum.
Lesið eisini hugleiðing hjá Bjørn á Heygum, advokati, sum gevur fleiri topppolitikarum av grovfíluni fyri at snýta, lúgva og stjala.
Mikudagin fylti bryggjarin í Klaksvík, Einar Waag, 70 ár. Lítli Einar varð hann nevndur. Orsøkin var tann, at pápin eisini æt Einar Waag. Einar er sonur Annu Malenu fødd Joensen og ættað úr Sørvági og Einar Fróvin Waag, sum var ættaður úr Tunghúsinum í Vági í Klaksvík.
Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra Barbaru Holm, blaðstjóra, greiða frá um innihaldið í blaðnum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo