?Tað hevði verið gott at hoyrt, hvar landsstýrið hugsar sær, at djúpvatnstrolararnir skulu fáa økt fiskirættindi.
Henrik Old, løgtingsmaður, ið legði uppskotið um framhaldandi íløgustuðul til djúpvatnstrolarar fyri tingið, trýr illa uppá, at tað fer at spæla væl av, um landsstýrið fer at loysa kreppuna hjá teimum við at geva teimum rúmari ræsur at fiska, heldur enn at geva teimum studning.
Tá ið tingið viðgjørdi uppskotið um at lata djúpvatnstrolarunum íløgustuðul í trý ár afturat, so teir komu undan kreppuni, mælti løgmaður frá at samtykkja tað.
Hann segði, at landsstýrið arbeiddi við eini kombinatións-loysn, sum øðrumegin miðjaði ímóti at geva djúpvatnstrolarunu rúmari ræsur at fiska, fyri at kunna minkað um tann beinleiðis stuðulin.
Hin tátturin var so at geva teimum ein avmarkaðan stuðul í eini skiftistíð. Hann vísti m.a. til játtanini til varðveitslu av einum fjølbroyttum flota.
Men Henrik Old var ógvuliga svartskygdur um hesa ætlanina.
? Játtanin til varðveitslu av einum fjølbroyttum flota er bara uppá tríggjar milliónir og tað forslær onki, og so verður heldur ikki eitt oyra til nakað annað
? Hinvegin vil javnaðarflokkurin hava íløgustuðulin tiknan av játtanini uppá 40 millónir, til endurnýgging av skipaflotanum, tí hon stendur enn órørd, nú ein mánaði er eftir av árinum.
Tá verða róp....
Annars trúði Henrik lítið uppá ætlanina at geva teimum víðari ræsur at fiska.
? Tað hevði verið gott at hoyrt, hvar landsstýrið hugsar sær, at teir veiðimøguleikarnir skulu vera, segði hann.
? Tað er ikki langt síðani, at landsstýrið arbeiddi hart fyri at sleppa av við okkara nýggjasta skip, Sverra Ólavsson, tí tað kundi ikki útvegast veiðimøguleikar til hann.
? Og nú ætlar løgmaður at útvega øllum flotanum betri veiðimøguleikar-samstundis sum øll rundanum okkum avmarka veiðimøguleikarnar.
? Eg kann hugsa mær rópini, ið verða, tá ið tað fer at treingja samanum hjá teimum, sum frammanundan eru á teimum økjum, har ætlanin helst er, at djúpvatnstrolararnir skulu hava tey øktu rættindini.
? Men tað hevði verið ótrúligt at uppliva tann dag, tá ið tað veruliga eydnaðist at útvega teimum betri møguleikar at fiska.
? Tí við mínum besta vilja dugi eg ikki at síggja, hvar hesi møguleikar skuldu verið, uttan at skerja møguleikarnar hjá onkrum øðrum samstundis.
Nóg stóra inntøku
Løgmaður svaraði, at tað var onki skip farið av landinum av tí, at tað ikki hevur havt veiðiloyvi .
? Trupulleikin hevur verið, at summum hevur verið ov lítið at fiska og tá fara skip vanliga á heysin.
Tað var tað, sum hendi við Sverra Ólavsyni.
? Orsøkin til, at tað ikki eydnaðist at varðveita Sverra Ólavson í skipinum var, at vit fingu ikki tað neyðugu tíðina til at landskassin kundi vera við.
? Tað var sera harmiligt, men vit gjørdu tað, sum stóð í okkara makt, men løgtingið fekk ikki avgreitt málið til tíðina.
Hinvegin svaraði løgmaður ikki spurningin um, hvar djúpvatnstrolararnir skuldu fáa tey øktu veiðirættindini.
Men hann spurdi, hvussu vit skulu fáa tað at bera til við einum flota, sum er heilt leysir av landskassanum, um tað ikki eru útlit til, at hann nakrantíð fær veiðimøguleikar, so at hann ber seg.
? Men vit mugu gera eina skipan, so at djúpvatnstrolararnir kunnu fáa inntøku, sum byggir á veruligan fiskiskap.