Eg hugsaði yvirhøvur ikki um meg sjálvan

sigur Mortan Thomsen, sum var dagsins hetja, tá ið eldur kom í Varðan Pelagic

Í Sosialinum, sum er á gøtunum í dag, er samrøða við Mortan Thomsen, sum tá ið eldur kom í uppsjóvarvirkið hjá Varðanum fríggjamorgunin, varð dagsins hetja, tá hann herjaði á eld og royk og fór inn aftur á virki – ikki bara eina ferð, men tvær ferðir.

 

 

Fyrru ferðirnar fór hann inn at leita eftir fólki, sum ikki vóru komin út saman við hinum, og aðru ferðina fór hann inn aftur fyri at sleppa til telduna, sum skrúvar ventilarnar til tangarnar við tí vandamikla ammoniakkinum, fyri.

 

 

Hann sigur, at veit ikki, hvat tað var, sum fekk hann at fara inn aftur á virkið, hóast støðan var so hættislig.

 

 

– Eg hugsaði meg yvirhøvur ikki um. Eg hugsaði bara um hini og tí leyp eg inn aftur á virkið uttan at hugsa meg um yvirhøvur

 

 

Les alla samrøðuna við Mortan Thomsen í dagsins Sosiali.