Nógv kjak hevur tikið seg upp eftir, at Eiðis kommunu í gjár kunnaði um, at tey høvdu dripið svanirnar á vatninum eftir, at ein teirra hevði lopið á eitt smábarn.
Fleiri fólk hava funnist at avgerðini hjá kommununi, og seinast í røðini er Marna Frida Olsen, sum í lesarabrævi sent fjølmiðlunum finst at avgerðini.
- Eg havi nústani sæð tíðindi um, at svanirnar á vatninum í Eiði eru dripnir. Eg hevði ringt við at trúgva tí. Hetta er ein missur fyri Eiði og vitjandi og ein skomm fyri Eiðis Kommuna og Føroya náttúruumsiting, skrivar Marna Fríða Olsen í skrivinum.
Í skrivinum setir hon nakrar spurningar, ið hon vónar, at kommunan kann svara henni. Harímillum ynskir hon at vita, um kommunan veit um dømir, har svanir hava gjørt álvarsaman skaða á menniskju.
Til ber at lesa alt lesarabrævið og spurningarnar við at trýsta á her.