Ein av stinnastu hondbóltsleikarunum í føroysku kappingini farnu vetrarnar hevur verið íslendingurin Jakob Jónsson. Jacob kom til Føroya í 1998, tá hann gjørdist leikandi venjari hjá havnarfelagnum Kyndil.
Hondbóltssnillingurin hevur verið í Føroyum í góð fimm ár, og líkt er til hann er komin fyri at vera. Jakob Jónsson hevur funnið sær føroyska damu, og saman hava tey eina dóttur. Tá vit spyrja hann, hvørjum liðið, hann ætlar at heppa á leygardagin, svara Jakob avgjørdur, at tað verður føroyska landsliðið.
? Eg stórtrívist í Føroyum, og eg vóni, teir megna at vinna á Íslandi. Skal eg gita úrslitið av dystinum, so sigi eg 2-1 til Føroyar. Íslendingar hava ofta lyndi til at vera nakað hástórir, og tí kundi verið stuttligt, um føroyska landsliðið setti teir uppá pláss, sigur Jakob Jónsson skemtandi.
Jakob leggur afturar, at ein føroyskur sigur í dag, hevði verið ein frálík upphiting til stóra dystin ímóti Týsklandi á Tórsvølli mikudagin.