Anna Hentze, Søldarfjørður
Í grein í Sosialinum 17 /11 – 2006 skrivar tú m. a.:
”Í uppskotinum um nýggju stjórnarskipanarlóg fyri Føroyar er ein lóg um javnrættindi og javnstøðu, har øll fólk eru javnsett uttan mun til eyðkenni ella frábreðgi, men tað verður ikki nevnt, hvat ið hugsað verður um, og ongin minniluti er nevndur. Í viðmerkingunum verður bert nevnt dømi um mismun vegna kyn, og heldur ikki her verða minnilutar nevndir.
Tað førir við sær, at dómsvaldið og politivaldið ikki hava nakað at halda seg til.”
Ja, tað er hetta seinna reglubrotið, ið rættiliga fellur mær fyri bróstið. Dómsvaldið og politivaldið eru, við øllum sínum lærdómi og stóra fakliga førleika, sett til at virka innan fyri teir karmar, ið Parlamentið, okkara Høga Løgting, hevur ásett. Soleiðis skilji eg tað. Ger Løgtingið eina lóg sum sigur, at øll fólk í Føroyum eru javnsett og hava somu rættindi, uttan mun til eyðkenni ella frábrigdi, ja, so merkir tað sjálvandi, at øll fólk í Føroyum eru javnsett og hava javnrættindi og eiga at verða vard av lógini, uttan mun til eyðkenni ella frábrigdi. Hetta hava dómsvaldið og politivaldið at halda seg til. Tey eru ikki víst til at handla sum best ber til, men ábyrgdarfult at handla, og døma rættvíst, tá mannarættindi verða brotin, og onnur lógarbrot verða framd. Hetta er tað, ið vit nevna rættartrygd, og sum ger, at Føroyar eru eitt trygt land at búgva í.
Í hesum sambandi komi eg í tankar um, at Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, endurgav ein politist fyri at siga, (og nú vóni eg, at eg endurgevi í tráð við veruleikan, tí hetta er eftir minninum) – at politiið ikki hevði heimild til at verja ein drong, ið varð álopin, av tí, at hann var samkyndur. Tessvegna, segði Hergeir Nielsen, fór hann hesaferð at atkvøða øðrvísi enn síðst fyri uppskotinum um broyting av §266 b.
Her má eg viðganga, at eg líkist tí ivandi Tummasi: Eg trúgvi snøgt sagt ikki, at lógin, í núverandi líki, gevur heimild til at diskriminera fólk!!!!! Eg trúgvi tí ikki, uttan eg síggi ta paragraffina, ið loyvir hesum mismuni!
Um tað, ímóti øllum viti og skili, eru fólk við ábyrgd innan fyri rættarskipanina, ið eru í IVA um skyldur og rættindi síni til at verja menniskju, og til at virka fyri lóg og rætti og javnrættindum fyri øllum borgarum í Føroyum, so er tað HAR, tað skal setast inn. Og so er tað ikki LØGTINGIÐ, ið skal boyggja seg fyri eini slíkari misskiljing.
Fyri at venda aftur til greinina hjá Boga, har talan er um fyriliggjandi uppskot:
”Tíanverri eru enn nógv móti lógini.?Løgtingslimirnir í flokkunum eru frítt stillaðir at atkvøða eftir egnari sannføring í hesum máli.”
Og Gud havi lov fyri tað! Tað er vandamikið at handla ímóti síni egnu innastu sannføring. Hóast hetta hevur onkur flokslimur, ið hevur verið valevni til løgtingsval, tikið seg úr flokkinum, og sum eg havi skilt, tí hann metir, at tað ikki longur er rúmd í flokkinum fyri egnu sannføring hansara viðvíkjandi umrødda máli.
Viðvíkjandi øllum rumblinum um revsirætt, fari eg til endans at loyva mær at undrast á, um tey stillføru, friðarelskandi samkyndu munnu vera glað fyri at verða sett í bás og fáa sín seksualitet útbasúneraðan í fjølmiðlum og lógarsmiðju? Hava tit fyrireikarar hugsað um, at kanska ERU tað ikki øll, ið kenna seg drigin at menniskjum av sama kyni, sum eru so revsingarhugaði og ágangandi?