- Eg trúgvi ikki at Prigozjin er á lívi

Tað sigur pensjóneraði amerikanski generalurin, Robert Abrams, sum ABC News hevur skift orð við.

- Eg trúgvi ikki, at Jevgenij Prigozjin er á lívi. Um hann er á lívi, situr hann helst í geglinum ella onkra aðrastaðni.

 

Tað sigur Robert Abrams við ABC News. Wagner-leiðarin hevur ikki víst seg alment í skjótt tríggar vikur.

 

Seinast, hann varð sæddur alment, var í einum video-broti, har hann fór úr býnum, Rostov, umgirdur av glaðum fólkum eftir uppreisturin hin 24. juni.

 

Síðan er einasta lívtekin eitt ljóðbrot við røddini á Jevgenij Prigozjin.

 

Tað var hin 24. juni, at leiguhermenn hjá Wagner vóru á ferð móti russiska herinum og russiska høvuðsstaðnum, Moskva. 

 

Uppreisturin endaði sama kvøld, eftir at Hvítarussland samráddist við Wagner-leiðaran, og við í hesi avtalu var, at Jevgenij Prigozjin skuldi fara úr Russlandi.