- Eg gjørdi sum eg varð biðin

– Eg spurdi ongantíð, hvat signalið varð brúkt til. Eg gjørdi, sum eg varð biðin, sigur Jógvan K. Mørkøre, sum starvaðist á Loranstøðini á Eiði eina hálva øld.

 

 

- Loran-C støðin man vera øllum eiðisfólkum kend. Sum árini gingu, gjørdist 190,5 metur høgi masturin eitt slag av bygdarmynd. Loran er stytting fyri Long Range Navigation. Ein radaraskipan, ið amerikanska hervaldið brúkti undir seinna heimsbardaga. Loran-C skipanin varð tikin í nýtslu í 1956.

 

Á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu er grein, sum Martin Kristoffur Kristiansen hevur skrivað, og her verður víst á,at við Loran-C støðini varð tøknin dagførd og kundi vísa skipum og flogførum meira nágreiniliga á, hvar tey vóru stødd. Støðin á Eiði var sett upp í 1959. Økið, har støðin skuldi standa, var lætt atkomiligt, og tí varð mett, at hóskandi var at hava hana har.  Øll hesi árini sendi hon signal út til skip og flogfør í økinum.

 

- Á nýggjárinum í 2015 var tó liðugt. Boðini komu úr útlondum – seinasti sendarin skuldi sløkkjast. Tørvurin á nú gomlu skipanini var uppi, og fylgisveinar tóku fult yvir leiklutin hjá radaraskipanini. Masturin varð niðurtikin trý ár seinni - í 2018.

 

Ein, sum upplivdi tað mesta av søguni hjá Loran-C støðini, er Jógvan K. Mørkøre. Jógvan er útlærdur radioteknikari, og stutt eftir lokna útbúgving fekk hann bjóðað starv á støðini. Hetta var í 1962. Sama ár datt masturin niður í illveðri.

 

Loran-C skipanin varð brúkt í nógvum ymiskum londum og í fleiri ár, men eingin starvaðist á eini slíkari støð longri enn Jógvan K. Mørkøre, sum starvaðist her í samfull 50 ár. Hóast hann sat sera leingi í starvinum, var hann aldrin heilt greiður yvir, hvør brúkti radiosignalini frá støðini.

 

– Eg spurdi ongantíð, hvat signalið varð brúkt til. Eg gjørdi, sum eg varð biðin. Hetta sigur Jógvan Mørkøre í samrøðu við KVF, og tað er heimasíðan hjá Eiðis kommunu, sum endurgevur mannin. Men, nú maðurin hugsar aftur á hesa tíðina, stendur honum greitt, at signalið allarhelst varð brúkt til hernaðarligt virksemi.

 

Tey fyrstu mongu árini stóðu amerikumenn fyri støðini í samstarvi við donsku stjórnina, men so hvørt, sum fylgisveinar og Gps vunnu frama, mistu teir áhugan, og í 1997 tóku fransmenn yvir. Tørvurin minkaði so við og við, men tað kom fyri, at boð komu frá skipum um takksemi fyri skipanina, tí hóast hon var gomul, var hon enn avbera nágreinilig, serliga meðan Gps-skipanin enn var nýggj.

 

- Eftir 56 árum hevði støðin tænt fyri seg. Eyðkenda ljóðið úr støðini hevði ljómað fyri seinastu ferð, verður sagt á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu í grein, sum Martin Kristoffur Kristiansen hevur skrivað.

 

##med2##