Eg fái stórar skógvar at fylla

Nýggi formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum ásannar at skógvarnir hjá undanmanninum verða ringir at fylla

Formansskifti

 Tað er onki yvir at dylja, at eg fái stórir skógvar at fylla.
Nýggi formaðurin í Skipara-og Navigatørfelagnum ásannar, at tað verður tungt at lyfta arvin eftir Ellinti Abrahamsen, sum hevur verið formaður í yvir 20 ár.
Nýggi formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag eitur Eyðstein Djurhuus. Hann býr í Havn, er 38 ára gamal og er skiftivís skipari og stýrimaður við Vestursøka.
 Undanmaður mín hevur myndað felagið ógvuliga nógv, so tað verður torført at ganga í hansara fótasporum.
 Men um eg fari at hava sama framferðarhátt sum hann, er púra óvist, tí hvør hevur sín stíl.
Hann sigur, at tá ið tað kom upp á tal, at hann skuldi vera formaður, ivaðist hann ógvuliga nógv um hann skuldi taka av.
 Tað hevur leingi verið greitt, at vit skuldu hava nýggjan formann, men orsøkin til at tað júst varð eg, var ikki tí, at eg helt meg framat.
 Orsøkin var kanska meiri tann, at ongin annar hevði hug at royna seg, sigur Eyðstein Djurhuus.

Ræðir um at verja borg
Nú, hann er vorðin formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, ætlar hann sær at halda fram við Vestursøka og so at røkja formasstarvið í frítíðini.
 So fáa vit at síggja hvussu tað fer at ganga, leggur hann afturat.
Nú er hann so nýggjur í starvinum, at tað er ilt at siga, hvat hann fer at leggja dent á.
Hann ásannar, at tað vísir seg at verða ómetaliga trupult hjá sjómonnum at fáa nakrar batar, hvørki hjá reiðarum ella hjá politiska myndugleikanum.
Tí heldur hann, at hansara størsta uppgáva verður at royna at verja borg og at halda fast um tað, sum vunnið er.
Annars verður størsta at halda fram við tí arbeiði, sum felagið longu hevur stungið út í kortið.
 Men vit vita, at fakfelagsarbeiðið er ómetaliga torført og tí her tað nokk skeivt at seta sær alt ov stór mál heldur Eyðstein Djurhuus.
Kortini vísir hann á, at hóast hann er formaður fyri allar limirnar, hevur hann sítt starv í fiskiflotanum, so tað er eyðsæð, at viðurskiftini hjá teimum hava hansara serliga áhugað.