Eg eri troytt av orðinum happing

Vit kenna hana sum røddin aftanfyri tey góðu ráðini í sendingini "Góðan morgun Føroyar". Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, mamma, omma og ráðgevi, hevur nógv jørn í eldinum

Bjørghild Djurhuus tekur ímóti í gongini í gráari, bundnari troyggju, gráum kjóla og hvítum ullsokkum. Heim hennara hevur fyri stuttum verið í Rákinum, tá tað handlaði um, hvussu ein inrættar seg eftir, at børnini eru flutt heimanífrá. Bjørghild og maðurin Martin eiga trý børn og fýra barnabørn.

Bjørghild er útbúgvin sjúkrarøktafrøðingur og heilsufrøðingur. Aftrat tí hevur hon tikið nógvar eftirútbúgvingar, og umframt arbeiði sum skúlaheilsufrøðingur fæst hon við sítt privata virki.

- Eg fyrilesi nógv. Beint nú arbeiða eg og ein starvsfelagið við einum trivnaðarskeiði, sum eitur "Tað ber til, at trívast", ið leggur dent á at fáa børn at læra seg at síggja møguleikar fram um trupulleikar, sigur Bjørghild Djurhuus.

Hon er troytt av orðinum happing. Hon vil helst sleppa frá at brúka tað orðið. Heldur vil hon tosa um trivnaðin í skúlunum.

- Heldur tú veruliga, at øll trívast, bara tí ongin verður happaður? Nei, tað gera tey ikki. Vit vilja økja um trivnaðin í skúlunum, og tí fara vit runt til alla 6. flokkar við hesari verkætlanini, sigur hon.


Brennur fyri tannáringum

Bjørghild ráðgevir ikki bara í Kringvarpinum, men eisini í egnu fyritøkuni "Tvinna". Hon brennir serliga fyri tannáringum, tí hon heldur, at tey eru ein yvirsæddur bólkur, ið ein oftast bara gremur seg um og ikki skilur.

- Tað er nógv granska um heilan hjá tannáringum, og nógv av tí, sum er komið fram, er, at tey kunnu ikki gera við, at tey eru, sum tey eru. Tað er heilt einkult nøkur ting, sum ikki eru komin uppá pláss hjá teimum enn, greiður hon frá.

Bjørghild vendur sær eisini frá orðinum "problembørn" - tað eru ongi slík til - tey eru børn við problemum, og tað ber til at loysa.

Best dámar henni at tosa við alla familjuna hjá einum barni, ið hevur trupulleikar, og tes skjótari tey venda sær til hana tess betri.


Tíðarmangul

Ein av trupulleikunum, hon ofta sær hjá børnum og familjum, er mangul upp á tíð.

- Børn sakna tíð saman við foreldrum sínum. At man setur seg niður og tosar um dagin, sum hevur verið, uttan at telefonin ringir, sjónvarpið stendur frá og mailurin tikkar inn í telduna.

Nógvir av trupulleikunum innan familjur í dag høvdu kunna verið loystir við betri kommunikatión.

- Spyr barnið. Spyr hví, vís áhuga í tínum barni, sigur Bjørghild.

Sjálv sigur Bjørghild seg hava verið ein rættuliga strang mamma, og ein morgun tá eina dótturin hevði hoyrt hana í útvarpinum ringdi hon og segði "Mamma eg hevði ynskt, at tú var mamma mín nú, tí soleiðis segði tú ikki, tá eg var 16". Bjørghild flennur at minninum, men sigur at man lærir, so leingi sum man livir og sjálvandi gera vit øll feilir.


Dámar ikki "Nanny"

Tey sokallaðu "Nanny-sendingarnar" gevur Bjørghild ikki nógv fyri.

- Tær seta børnini inn í eitt kamar, tá tey eru ill. Hugsa tær sjálv, hvussu ill tú hevði blivið, um maðurin hjá tær hevði læst teg inn í einum kamari, til tú var blíð aftur? Eg hevði so blivið rasandi, sigur Bjørghild.

Harafturímóti tekur hon undir við, at nógv av foreldrunum í "Nanny-sendingunum" hava brúk fyri at traðka í karakter og blíva týðilig vaksin.

At verða ein góð fyrimynd fyri sínum børnum er eisini nakað, Bjørghild vendur aftur til fleiri ferðir undir samrøðuni.

- Av tí sum børn arva frá okkum foreldrum er bara átta procent tað, vit siga, restin er títt kroppsmál, tín máti at tosa við og um onnur fólk og títt menniskjasýn, sigur hon.

Nógv dømi eru upp á børn, ið eru sligin, sum lova at soleiðis skulu tey ongantíð gera við síni børn, men tá tey koma í somu støðu sjálvi, er tað júst tað tey gera, eftisum tað er einasti háttur, tey hava lært at loysa trupulleikar uppá.


Áðrenn eg og Bjørghild siga farvæl, má eg sjálvandi spyrja, hví 2 ára gamli sonurin ikki vil eta, og hvat hon heldur um vinkonurnar, sum bara lata páparnar at børnunum sleppa at hava tey annaðhvørt vikuskifti. Bjørghild er von við slíkar spurningar. Hon fær tað at ljóða lætt at fáa sonin til matarborðið og minnur meg á, at matur er ein háttur at gera vart við seg hjá børnum, eftisum tey vita, at svangan vil mamma so ikki hava meg at ganga.

Hin trupulleikin er sjálvandi torførari, men at pápar í Føroyum mugu uppá barrikadurnar eru vit báðar rørandi einigar um.


Bjørghild hevur longu næstu samrøðu nakrar minuttir, eftir at eg eri farin. Síðani gongur leiðin út á bygd, har hon heldur á fram við arbeiðinum at fáa meiri trivnað inn um skúlagátt.



Faka: Bjørghild Djurhuus

Aldur: 57

Familja: maður, trý børn og fýra ommubørn

Bústaður: Argir

Starv: Heilsufrøðingur og ráðgevi í egnu fyritøkuni Tvinna - www.tvinna.fo




Dømi uppá spurningar sum Bjørghild hevur svarað í "Góðan morgun Føroyar"



Hvussu fyrireiki eg ein 3-ára gamlan uppá at blíva stórabeiggja?

Eg eri uppá vegin og skal eiga skjótt. Eg eigi ein son sum er 3 ár og havi fortalt honum at hann skal blíva stóribeiggi, og hann gleðir seg. Men eg skilji, at hann ikki skilur, hvat hetta inniber. Hvussu fyrireiki eg hann best uppá hetta?


Tað er torført at fyrireika hann upp á at gerast stóribeiggi. Tað, sum tú kann gera, er at fortelja søgur um stórabeiggjar og um nýføðingar. Hugsa um, at tað skal vera á hansara støði.

Fyrireika hann eisini upp á, at tað ikki er ein spælivinur, hann fær, at lítlibeiggi ikki dugur at snakka og ikki at spæla. Tosa við pápan um, at teir báðir kunnu gera okkurt saman, tá tú verður upptikin av tí lítla

Tá barnið er trý ár, kann tað at fáa syskin upplivast sum at fáa ein konkurrent, ið er komin. Øvundsjúka er natúrligt í hesum, og hann má vita, at tað er í lagi at vera súrur, men hann má ikki sláa.

Trý ára gomul kunnu blíva meir "babyslig" av at fáa lítil syskin. Tey kunnu byrja at brúka suttu og blæðu aftur, hóast at tey eru givin við tí.

Henda tíðin, tá eitt nýføtt er komið inni í familjuna, er ikki rætta tíðin hjá tí trý ára gamla at flyta út úr kamarinum ella gevast við nøkrum.

Hóast tú verður upptikin, so royn at gera okkurt av tí, sum tit bæði høvdu saman, áðrenn lítlibeiggi kom.

Lat hann verða heima í barnagarðinum og merkja eitt sindur av fríheit, um hann vil tað. Annars kann barnagarðurin eisini fungera sum eitt frírúm hjá honum, tí har er alt líka.

Minst altíð til at systkin eru ein gáva, vit geva børnunum.

Góða eydnu!



Hví hava skúlarnir ikki kantinu?

Flestu arbeiðspláss hava eina kantinu. Hví raðfestir man ikki at hava eitt rúm, har børnini í skúlunum kunnu eta sín matpakka? Nú verða tey noydd at sita í trongu skúlastovuni og eta matpakkarnar?


Eg gevi lurtarnum fullkomiliga rætt - vit vaksnu høvdu ikki funnið okkum í tí, sum er gerandisdagur hjá børnunum. Skúlarnir liva enn í tí, at børnini skulu heim í døgverðatíma og hava ikki fylgt við, nú hetta er broytt og børnini eta matpakka í skúlanum. Eg haldi, at ein kantina burdi verið til staðar, áðrenn tann skipanin varð broytt. Tað er væntandi virðing fyri børnum og ungum at ikki hava eina kantinu. Foreldrabólkar kundu kanska gørt vart við seg í hesum máli. Men vit kunnu ikki bíða, til nýggir skúlar verða bygdir. Hetta má raðfestast nú. Kanningar vísa eisini, hvussu nógv tað hevur at siga fyri inlæringina, at næmingar fáa góðan mat at eta.

Umstøðurnar føroyskir næmingar hava, fremja ikki hetta.

Tað optimala hevði verið at havt eina kantinu, har børnini eisini høvdu møguleika at keypa sær ein sunnan matpakka.