Eg eri so klár sum eg kann vera

– Eg eri so klár, sum eg nakrantíð havi verið til ein dyst, sigur Sarah Mahfoud, sum boksar um HM-heitið í kvøld

Sarah Mahfoud hevur luttikið á ymiskum tiltøkum upp undir dystin – eitt nú tíðindafundum

Sarah Mahfoud boksar í kvøld HM-dyst í Las Vegas.

 

Hon skal boksa ímóti Skye Nicolson um HM-heitið í fjøðurvekt hjá boksisambandinum World Boxing Council (WBC).

 

Síðani mánadagin hevur Sarah Mahfoud verið í USA og fyrireikað seg til dystin.

 

– Tað er stuttligt at fáa møguleikan at vera her í Las Vegas. Her hendir nógv innan boksing, og áhugin fyri boksing millum fólk og miðlar er stórur, sigur Sarah Mahfoud.

 

– Eg havi vant hvønn dag, men tað hevur verið løtt venjing fyri at halda meg í gongd og fyri at halda vektina. Alt snýr seg um at vera klár til dystin, sigur hon.

 

Mótstøðukvinnan Skye Nicolson er favorittur til dystin í kvøld, men Sarah Mahfoud heldur seg hava møguleika at vinna.

 

– Nú hava vit sæð hvørja aðra nakrar ferðir. Vit tosa ikki saman sum so, men eg haldi, at tað er ein virðing og spenningur millum okkum, og vit hugsa báðar um dystin og um at vinna, sigur hon.

 

– Eg havi vant hart fyri at vera klár til hendan dystin, og eg havi gjørt alt, sum eg hava kunnað fyri at fyrireika meg væl. Nú eri eg so klár, sum eg nakrantíð havi verið til ein dyst. Eg dugi væl at lesa mínar mótstandarar av, og eg vóni, at eg kann gera tað við hana eisini.

 

##med2##

 

Sarah Mahfoud er sera fegin um at fáa stóra møguleikan. Innan boksing er ein HM-dystur í Las Vegas nakað av tí størsta, tú kanst uppliva.

 

– Umstøðurnar her eru góðar. Vit búgva væl, alt í sambandi við dystin er væl fyriskipað, og tað er eisini gott at koma út á gøturnar og uppliva Las Vegas onkra løtu. Tvær vinkonur eru komnar úr Danmark at stuðla mær, og vit hava tikið okkum av løttum onkrar løtur, sigur Sarah Mahfoud.

 

Dysturin millum Skye Nicolson og Sarah Mahfoud verður boksaður millum klokkan 01 og 02 í kvøld. Dysturin kann stroymast á DAZN Boxing.  

 

##med3##

 

Sarah Mahfoud hevur luttikið á ymiskum tiltøkum upp undir dystin – eitt nú tíðindafundum

Sarah Mahfoud hevur vant hvønn dag í vikuni, men tað er løtt fyrireikandi venjing til stóra dystin í kvøld

Tvær vinkonur úr Danmark eru komnar til USA at stuðla Sarah Mahfoud, og tær hava tikið sær av løttum onkrar løtur