Eg eri púra málleysur

Tað, landsstýrið hevur gjørt, er ófatiligt og løgið, sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn

- Skulu vit rinda fyri trýsttangan til kavarar, verður avleiðingin helst, at vaktarskipini mugu liggja enn longri við bryggju fyri at spara olju.

Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vørn.

 

Hann er rætt og slætt málleysur av, at landsstýrið nú hevur álagt Vørn at rinda fyri starvsfólki at passa trýsttangan til at viðgera kavarasjúku.

- Tað er heilt ófatiligt, at landsstýrið ger hetta, tí vit hava akkurát fingið eina tilbúgvingarlóg og hon er púra  greið. Men nú hevur landsstýrið longu tikið eina avgerð, sum gongur beint ímóti lógini.

 

Les eisini: Nú er aftur trygt hjá føroyskum kavarum

 

- Pengarnir eru ikki til, men landsstýrið hevur avgjørt, at vit skulu rinda, so tað mugu vit taka til eftirtektar. Men tað mangla pengar í allastaðni, so vit mugu skarva av onkrum øðrum virksemi.

 Hann sigur, at nú er hetta so nútt, so hann hevur ikki havt stundir at hugsa um hetta.

- Men tann lættasta sparingin er at lata skipini liggja longri við bryggju, enn tey annars gera.

 

- Sostatt rakar hetta tilbúgvingina á sjónum, men tað er so eitt val, landsstýrið hevur gjørt, so  tað mugu vit taka til eftirtektar.

 

Trýst á pílina undir myndina og hoyr Elmar Højgaard greiða frá