Annika Hoydal, virkandi leiðandi ljósmóður á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, er millum tær 11 ljósmøðurnar, sum hava tikið seg úr starvi. Hon er tilvitað um, at hon, við at taka blaðið frá munninum, kann vænta sær onkrar reaktiónir. Men samstundis heldur hon, at tíðin til búgvin til, at fólk fáa innlit í tað, sum hevur verið grundarlagið fyri, at standurin eru so ringur á føðideildini.
Vil bara hava frið
- Nú hava vit fingið eitt bræv frá leiðsluni, har vit verða rópt inn til samrøðu, ein og ein. So nú verður áhugavert at vita, hvat tey fara at gera fyri at hótta okkum uppá pláss aftur, sigur Annika Hoydal.
Men í førinum við Anniku verður helst ómetaliga torført at fáa hana at søkja um starv á Landssjúkrahúsinum aftur.
- Fólk siga, at vit hava okkurt í kvittanum og at hetta er ein ætlað herferð, at vit allar hava sagt okkum úr starvi. Men beint nú vil eg bara hava frið, og tað hevur heldur ongantíð verið mín ætlan at fáa vald ella at gerast leiðari, sigur Annika. Og hon vissar, at sum støðan er á føðideildini kundi hon ikki funnið uppá at verið har eftir 1. februar, tá uppsøgnin kemur í gildi.
- Um eg einaferð í framtíðini komi aftur á Landssjúkrahúsið, so skulu ómetaliga stórar broytingar verða framdar á føðideildini. Eg havi í øllum førum gjørt mítt til at fáa broytingar ígjøgnum, men til fánýtis. Tí eg orki ikki meira og tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu enda sum nervavrak og fáa kreppuhjálp, sigur Annika, sum er týðuliga rørd av at tosa um støðuna á arbeiðsplássinum.
- Millum ljósmøðurnar, sum hava sagt seg úr starvi, hava nakrar arbeitt dag og nátt í sjey ár, fyri at fáa fast starv. Aðrar hava altíð arbeitt her og hava ongan møguleika at fáa annað starv. Sostatt eri eg leiðari fyri einum bólki, sum eru í vanda fyri at standa uttan arbeiði og inntøku. Hetta eru kvinnur við húsalánum, sum eftir øllum at døma eru til reiðar at bidda gamalt breyð hjá bakaranum, fram um at starvast í hesum sjúka verkinum, sigur Annika.
Okkara fak
Annika var útlærd í 2001. Sambært henni sjálvari søkti hon starv á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, við tí í huga at vera við til at byggja upp eitt betri tilboð til føroyskar barnakonur og familjur teirra.
- Vit, sum hava lært innan hetta økið burturav og eru professionellar, kunnu ikki longur fakliga forsvara, at tað eru aðrir fakbólkar, sum seta dagsskránna á okkara øki. Hetta er tað sama sum, at tú sum blaðkvinna, skuldi verja rætt tín at skriva eina grein, yvir fyri til dømis fotografinum á blaðnum, greiðir Annika Hoydal frá.
Og hon vísir á, at hon kundi hugsað sær, at tilboðið til føroyskar barnafamiljur í størri mun tók alla familjuna við, og at nýklaktu foreldrini í felag fingu høvi til at finna foreldraførleika teirra í einum so normalum umhvørvi um gjørligt.
- Men her í húsinum verða øll nýggj hugskot og stig antin ignorerað ella kritisera, staðfestir hon.
Ikki sjúklingar
Og hon sigur, at hugburðurin til at vera við barn, at eiga og at læra seg at vera ein nýggj familja er ótíðarhóskandi.
- Í løtuni verður barnakonuøkið javnsett við sjúku, men vit ljósmøður halda uppá, at barnakonur og nýføðingar eru ikki sjúklingar. Sostatt er grundleggjandi hugburðurin til føðing beint ímóti betri vitandi her á staðnum og tað kunnu vit ikki liva ella góðtaka longur, sigur Annika Hoydal. Og hon heldur fram:
- Sum nú er, verður ræðið tikið frá mammuni, og vit síggja sjúkrasystrar átaka sær leiklutin sum lærarar, ið eitt nú læra mammuna at koyra barnið í bað, sum geva alt ov nógvar fløskur, taka barnið frá mammuni um náttina og tílíkt, sum hoyrir einari farnari tíð til. Hesin hugburður máar sjálvsálitið hjá mammuni burtur, tí hon fær eina móðurkenslu av ikki at vita og ikki at duga.
Verða útihýstar
Annika sigur væl skilja, at sjúkrasystrarnar halda tað vera keðiligt, at ljósmøðurnar komu inn á deildina, tá føðideildin og ljósmøðraskipanin vóru løgd saman.
- Tær hava bygt deildina upp ígjøgnum mong ár, og kenna hvønn krók og hvørja mannagongd út og inn. Men hetta gevur teimum ikki rætt til at sjikanera og happa okkum, sigur Annika, sum ongantíð sigur seg hava kent nakran vilja til samstarv, ella at tær eru ein partur av deildini.
- Hetta hevur verið galdandi frá fyrsta degi, tá ongin sjúkrasystur vildi taka ímóti og bjóða okkum vælkomnum, ella vísa okkum til rættis á deildini. Fólk tosa niður til okkara og vit verða enn umtalaðar sum ‘tit’. Harumframt hava vit fingið klagur um bæði líkt og ólíkt, bæði frá læknum og sjúkrasystrum, sigur Annika.
Og hon greiðir frá, at í løtuni er hýrurin so ringur á deildini, og sjúkrasystrarnar hyggja ikki upp í kaffistovuni.
- So ring hevur støðan ongantíð verið og hetta nívir allar starvsbólkar inn á hjarta. So niðurstøðan hjá mær er, nú aftaná eitt ár á sessinum, at her er ongin vilji til at finna eina felags loysn og eg dugi als ikki at síggja, hvør besta loysnin hevði verið longur. Hetta er ikki bara galdandi fyri okkum, men fyri flestu starvsbólkarnar her í húsinum. Hetta er eitt hús fult av iltrúgv og vantandi álit og tá er ógjørligt at samstarva. Ljósmøðurnar eru frustreraðar, keddar og ótryggar, og fleiri teirra grótu, tá tær lótu uppsøgnirnar inn, sigur Annika, sum heitir á ovasta politiska mynduleikan, um at taka um endan og stinga eina kós út á innan føðing í Føroyum.