Hann er óluksáliga djarvur, ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Í kvøld hevur hann lagt út á Telegram eitt nýtt filmsbrot. Her filmar hann út av vindeyga sínum - út móti gøtuni, Bankova í Kiev.
- Eg búgvi í Kiev. Í Bankova. Eg krógvi meg ikki, og eg eri ikki bangin fyri nøkrum, sigur hann á Telegram.
Forsetin, Volodymyr Zelenskyj, leggur aftrat, at ukrainar vilja gera so mikið nógv sum skal til fyri at vinna kríggið.
Tað var tíðliga í krígnum, at USA bjóðaði sær at hjálpa ukrainska forsetanum úr landinum, men hann segði, at hann fór ongan veg.
Sjálvur hevur hann sagt, at hann og familja hansara eru fremsta mál hjá russarum, men hetta tykist ikki at ræða mannin og forsetan.
Í filmsbrotinum sigur hann, hvar hann er; hann filmar út ígjøgnum vindeygað, og hann leggur aftrat, at hann krógvar seg ikki.