- Eg eri ikki bangin

Frederik, krúnprinsur, var als ikki órógvaður, tá hann tíðliga í kvøld kom til Politikens Hus at handa eina ítróttarvirðisløn. Í dag hevur annars verið alt annað enn friðarligt rundan um gamla blaðhúsið á Ráðhúsplássinum.

Fyrrapartin handtók PET, Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, fimm mans fyri yvirgangsætlanir móti Politikens Hus, har hesir menninir sambært løgregluni ætlaðu at ?drepa so mong sum gjørligt?.

- Vit halda ikki, at yvirgangsætlanin var vend ímóti mær, segði krúnprinsurin, tá hann var á veg á veitsluna.

Hann leggur aftrat, at ongar ætlanir hava verið um at avlýsa vitjanina.

Krúnprinsurin sigur, at um hann hevði verið bangin fyri at komið, hevði hann hildið seg burtur.

- Eg eri væl upplagdur og gleði meg til eitt veitslukvøld ? og eg eri ikki bangin, segði Frederik, krúnprinsur, tá hann kom til Politikens Hus tíðliga í kvøld.

Klokkan gott 21 í kvøld ruddaði løgreglan tvær uppgongdir í einum íbúðarhúsi í Greve og bóðu fólk um at flyta úr nøkrum íbúðum.

Hetta varð gjørt, tí PET hevði funnið ?okkurt illgrunavert? í eini íbúð.

Tað var nevniliga her, at løgreglan fyrrapartin tók ein 26 ára gamlan mann í sambandi við yvirgangsætlanir móti Politikens Hus.

Sum skilst, vóru bumbuserfrøðingar á veg til íbúðarhúsið í Greve seint í kvøld.

PET segði í dag, at tríggir av monnunum, sum tiknir eru, búgva í Svøríki, og at teir komu til Danmarkar síðstu nátt. Ein teirra er ættaður úr Tunesia, ein úr Libanon, men at tað er ikki greitt, hvør hin triði er. Fjórði maðurin, sum er handtikin, er ættaður úr Irak. Hann er 26 ára gamal og býr í Danmark.